Víkingur klárur til finaluna

Einki var at síggja til álopstrupulleikarnar hjá Víkingi, tá teir leygardagin vunnu 2-0 á B68. Bæði Filip Djordjevic og Hjartvard Hansen skoraðu góð mál og víkingar tykjast nú til reiðar til steypafinaluna komandi vikuskiftið

Saknurin í Finni Justinussen hev­ur verið eyðsýndur á liðnum hjá Víkingi í ár, men í dystinum móti B68 sást, at Jógvan Martin Olsen hevur fleiri møguligar loysir í hóp­inum, sum hann kann brúka. Filip Djordjevic, sum kom til Víking frá KÍ í summarsteðginum, byrjaði sum fremsti maður, meðan Hjartvard Hansen, sum er umskúlaður til fram­herja í ár, kom inn og skoraði somu­leiðis.
Hjartvard Hansen er toppskorari hjá Víkingi við seks málum, men hev­ur ikki spælt so nógv tveir teir sein­astu dystirnar vega millum ann­að búkilsku.

Vátt og javnt
Tað regnaði illa náttina til leygar­dagin og leygarmorgunin. Tí var vøllurin í Sarpugerði plaskvátur. Tað gjørdi, at leikferðin var høg og at bólturin gekk skjótt eftir vøll­inum. Hinvegin kom tað eisini fyri, at menn mistu fótafesti, tá teir skuldu gera knappar vendingar. Somu­leiðis var tað vónleyst at fáa fatur á eini óneyvari avlevering.
Fyrri hálvleikur var javnur, men tað vóru víkingar, ið komu fram til teir flestu málmøguleikarnar. Longu tíðliga í dystinum mátti Hans Jørgensen bjarga væl úr spískum og eftirfylgjandi skjeyt Hanus Jacobsen, men ein B68 verju­leikari tveitti seg í leysa luft og fekk bjargað á sjálvari málstrikuni.
Fyri toftamenn vóru tað serliga deyðbóltsstøðurnar, ið vóru vanda­miklar. Hornaspørkini lógu heilt tætt at málinum, men Geza Turi og restin av verjuni hjá Víkingi megn­aðu at halda tætt.

B68 vil hava brotsspark
Mest umtalaða støðan í fyrra hálv­leiki mundi verða, tá ein toftamaður fór um koll í brotsteiginum hjá Víkingi. Eftir innkast úr høgru tekur B68 leikari ímóti bóltinum, meðan ein leikiari hjá Víkingi roynur at sparka bóltin vekk, men toftamenn vilja verða við, at víkingurin rakti toftamann á skinnabeini.
– Vit eiga eitt klokkuklárt brots­spark í fyrra hálvleiki, segði Jann Ingi Petersen eftir dystin.
Eiler Rasmussen dømdi annars ein fínan dyst. Brotssparksstøðan var tað einasta støðan, sum kann nevn­ast. Tað var ógvuliga torført at síggja um tað var kontakt millum verju­leikara og áleypara.
Málini
Seks minuttir inn í seinna hálvleik kemur so fyrsta málið. Filip Djordjevic rekur framvið tveimum og er um at missa bóltin, men vinn­ur taklingina. Staddur stutt innan­fyri brotsteigarmarkið skjýtur hann bóltin í málið.
Málið var í nógvar mátar eitt ein­mansavrik frá manninum, sum allan dystin á tamb legði B68 verj­una undir stórt trýst.
Eitt lítið korter seinni økti inn­skifti Hjartvard Hansen til 2-0. Evrard Ble var høvðusmaðurin aftan­fyri málið. Fyrst dregur hann upp á tvørs av vøllinum og peikar síð­ani greitt hvar Sølvi Vatnhamar skal renna. Hann leggur síðani bóltin inn um verjuna í høgru har Sølvi Vanthamar lættliga kann leggja bóltin tvørtur um til ein púra leysan Hjartvard Hansen, sum skorar.
Í Filip Djordjevic og Hjartvardi Hansen hevur Jógvan Martin Hansen tveir eitt sindur ótraditio­nellar framherjar, sum báðir hava spælt á øðrum plássum fyrr. Filip Djordjevic hevur millum annað spælt á miðvøllinum hjá KÍ, meðan Hjartvard Hansen hevur spælt á bakk­inum hjá Víkingi.
Báðir tveir leggja teir nógv fyri og kunnu órógva ein verju í samfullar 90 minuttir. Tað er ikki vist at báðir byrja inni í steypafinaluni móti EB/Streymi, tí samansetingini við Sølva Vatnhamar aftanfyri einsamalla framherjan, og Hans Jørgen Djur­huus og Kaj Leo í Bartalsstovu á hvør sínum vongi riggaði eisini væl. Men her hevur Jógvan Martin Olsen fleiri møguleikar at velja í millum.

Liðskiparabandið steyma fast
Atli Gregersen spældi sín fyrsta dyst, eftir at hava sitið uttanfyri í fýra dystir fyri at hava tveitt lið­skiparabandið eftir Dagfinni Forná í dystinum móti HB. Hesa ferð var Atli Gregersen á vøllinum allan dystin og liðskiparabandið var fram­vegis á arminum, tá dómarin bríksl­aði fyri seinastu ferð.
– Tað er seymað fast, helt Atli Gregersen skemtiliga fyri eftir dystin og legði afturat, at hann var fegin um at sleppa á vøllin aftur.
Tveir teir undanfarnu dystirnar er einki mál komið ígjøgnum í hjá Víkingi. Tað gjørdi tað heldur ikki við Atla Gregersen á liðnum.
– Eg eri sjálvandi fegin um at teir hava hildið tætt, og tí skuldi tað ikki verð á mínari vakt, at nakað mál skuldi í gjøgnum, segði Atli Gregersen.
Víkingur var betri og vann tí uppi­borið. Teir spældu betri og skaptu fleiri møguleikar. Víkingur kundi fingið fleiri mál, men serliga Oddur Højgaard stóð stinnur í verj­uni hjá toftamonnum.
Víkingar eru nú klárir til steypa­finaluna.