Tað er ógvuliga ringur hýrur í stóru KÍ leguni á Argjum, og tað er stórur fagnaður í Víkinga leguni í Sarpugerði.
Eftir at KÍ hevur verið topplið í tað mesta av einum hálvum ári, so er Víkingur topplið, nú tað resta tvey umfør.
Víkingur vann 1-0 á heimavølli ímóti TB, sum leingi vísti fínan hugburð. Einsamalli málskjúttin var vongverjin í vinstru Hanus Jacobsen, sum umsetti innlegg frá Gunnari Vatnhamar til mál.
-Vit hugsaðu ikki um KÍ, men bara um okkum sjálvar, og vit fegnast um, at tað í dag eydnaðist at vinna fulla úrtøku. Nú eru vit topplið, tað fegnast vit um, men nú ræður um at hava fokus á avbjóðingini ímóti B36 um tvær vikur á heimavølli, sigur Víkinga málskjúttin Hanus Jacobsen.
TB venjarin, Sigfríður S. Clementsen, ásannar, at tað kostar at gera mistøk.
-Vit spældu okkum til tveir møguleikar, men Geza Turi bjargaði framúr væl. Víkingur hevði fýra ella fimm møguleikar og nøkur horna, men tað var eitt mistak hjá okkum, sum kostaði málið, ið ber heimasigurin við sær, sigur Sigfríður S. Clementsen.
Eftir 24 minuttir var støðan 3-0 til AB á Argjum, og AB vann 3-1. Úrslitið ber við sær, at AB framvegis hevur møguleika at varðveita plássið í bestu deildini. AB hevur átjan stig, og Skála hevur 24 stig. Málmunurin hjá AB er -13, og hjá Skála er hann -16.
Tað var øgiligur saknur í KÍ miðverjanum og liðformanninum Jonas Flindt Rasmussen. Miðverjan hjá klaksvíkingum skinklaði og var lítið sannførandi. Hóast tað gekk javnt á, og KÍ kanska var leikliga omaná, so var tað AB, sum vísti máltev og megnaði stóra úrtøku.
-Vit høvdu fyrireikað okkum væl, men AB skoraði upp á støður, sum vit høvdu tosað um. AB vísti sera gott avrik, og tað mugu vit taka hattin av fyri teimum. Teir megnaðu at gera tað ógvuliga torført fyri okkum, og vit megnaðu ikki at geva teimum mótspælið, sum skuldi til, ásannar KÍ venjarin Mikkjal Thomassen.
-Hjá okkum ræður um at skava so nógv stig saman, sum tað ber til. Vit eiga B68 á heimavølli og ÍF á útivølli. Í løtuni sær tað ikki út til at vera nóg mikið at vinna FM, men nú fáa vit at síggja, sigur vónbrotni KÍ venjarin Mikkjal Thomassen.
AB hevur ímóti HB og KÍ vunnið fulla úrtøku. Dion Splidt skoraði tvey mál:
-Eg skilji ikki, at vit skulu vera komnir soleiðis fyri, sum vit eru. Nú eydnaðist okkara spæl. Vit royndu okkum við djúpum sendingum millum miðverjarnar og upp um miðverjarnar, og tað riggaði sera væl, sigur Dion Splidt, ið skoraði tvey mál.
Í Gundadali syrgdi B36 við 2-0 sigri á NSÍ fyri, at tað framvegis er spenningur um bronsukrónurnar. B36 sigurin ber við sær, at tað nú eru trý stig frá B36 og fram til NSÍ, sum síðstu løtuna var undirmannað, tí miðverjin Jens Joensen sá reytt.
B36 hevur nú megnað javnleik ímóti KÍ og vunnið fulla úrtøku ímóti NSÍ. Næstu ferð skal B36 spæla á útivølli ímóti nýggja toppliðnum Vikingi. Heimasigurin í dag ber við sær, at B36 hevur tryggjað sær rættin til næsta summar at spæla í europeisku kappingini.
HB vann 1-0 á Svangaskarði ímóti B68, og í Fuglafirði endaði tað 1-1 millum ÍF og Skála. Úrslitið ber við sær, at tað framvegis er møguleiki fyri, at Skála kann flyta niður.
25. umfar
ÍF-Skála 1-1 (1-1)
1-0: Andy Olsen
1-1: Símun Petur Poulsen
Víkingur-TB 1-0 (0-0)
1-0: Hanus Jacobsen
B68-HB 0-1 (0-1)
0-1: Øssur Dalbúð
B36-NSÍ 2-0 (1-0)
1-0: Róaldur Jakobsen br
2-0: Hannes Agnarsson
Reytt kort: Jens Joensen, NSÍ
AB-KÍ 3-1 (3-1)
1-0: Patrik Johannesen br
2-0: Dion Splidt
3-0: Dion Splidt
3-1: Sørmundur Kalsø
Víkingur 55
KÍ 54
NSÍ 49
B36 46
HB 39
ÍF 32
Skála 24
AB 18
B68 7
26. umfar
Sunnudagin 16. oktober
KÍ-B68
Víkingur-B36
NSÍ-AB
HB-ÍF
TB-Skála