Víkingur megnaði at revsa AB í fyrra hálvleiki

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Sølvi Vatnhamar er framúr nøgdur við fyrra hálvleik í dag, tá Víkingur setti tingini uppá pláss

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við Sølva Vatnhamar hjá Vìkingi, sum traðkaði inn fyri Atla Gregersen, sum Rás2 annars skuldi práta við.

 

Sølví Vatnhamar er sera nøgdur við fyrra hálvleik í 3-0 sigrinum á AB í dag, har øll málini komu í fyrra hálvleiki. Hann heldur, at tað koyrdi væl offensivt hjá Víkingi, og teir vóru vandamiklir alla tíðina, og samstundis megnaðu teir at revsa AB fyri teirra mistøk.

 

Sølvi Vatnhamar ásannar, at tað var ikki sama ferð á Víkingi í seinna hálvleiki, tá undgangast skuldi at fáa okkurt gult kort, og onkur tilkomin spælari mátti eisini sparast.

 

Nú gleðir Sølvi Vatnhamar seg til at spæla ein fullsettan ólavsøkudyst ímóti B36 ólavsøkudag.