Víkingur misti á stokkinum

AB janvaði til 2-2, tá ið tað bara restaðu nøkur sekund av teimum fýra minuttunum, sum dómarin legði aftrat

Tað var øgiligt drama á Argjum í kvøld. Dómarin Rúni Gaardbo legði fýra minuttir aftrat, og tað var minni enn ein minuttir eftir, tá ið AB miðverjin Dmitrije Jankovic var við í álopinum og tiltuskaði AB eitt horna. AB málverjin Heðin Stenberg fór fram í mótstøðubrotsteigin, og tað var hann, sum stútaði, tá ið bólturin varð lagdur innfyri við hornasparki. Víkingur bjargaði á málstrikuni, og eftir nakrar ferðir aftur og fram var tað innskifti Árni G. Nielsen,  sum setti bóltin í málið.

 

Arjgamenn stórfegnaðust yvir javnleikin, meðan víkingarnir hingu við nevinum. Tað var heilt týðuligt, at tað vóru teir í AB, sum kendu seg hava vunnið eitt stig, og at tað vóru teir í Víkingi, sum høvdu tapt tvey stig.

 

Tað sá út til, at talan var um sigursmálið, tá ið innskifti Jón Krosslá Poulsen tíggju minuttir undan dystarenda legði Víking framum eftir uppspæl frá innskifta Andreas Lava Olsen, men soleiðis var tað ikki.

 

Philip Djordjevic legði Víking framum lítla løtu eftir steðgin. Tá ið ein hálvur tími var farin, javnaði Karstin Højgaard, eftir at Jónas Stenberg og Dan í Soylu høvdu verið eyðsýndir í uppspælinum.

 

 

So var tað, at síðsta løtan var so ógvuliga undirhaldandi og intens, og at Víkingur misti tvey stig, og AB vann eitt stig!

 

ÍF-KÍ 0-4 (0-1)

0-1: Ahmed Mujdragic

0-2: Páll A. Klettskarð

0-3: Jóannes Bjartalíð

0-4: Páll A. Klettskarð

 

B68-NSÍ 0-5 (0-2)

0-1: Klæmint A. Olsen

0-2: Petur Knudsen

0-3: Klæmint A. Olsen

0-4: Pól Jóhannus Justinussen

0-5: Klæmint A. Olsen

 

B36-TB 0-0

 

Skála-HB 0-3 (0-0)

Dómari: Lars Müller

0-1: Øssur Dalbúð 51.

0-2: Øssur Dalbúð 82.

0-3: Øssur Dalbúð 88.

Skála: Andras Gango – Ari Olsen, Pætur Dam Jacobsen, Fritleif í Lambanum, Jónhard Frederiksberg – Símun Pauli Poulsen, Ólavur Mikkelsen (Jákup Joensen, 86.) - Edvin Jacobsen, Brian Jacobsen, Álvur F. Christiansen  - Jan I. Hansen (Hendrik á Fríðriksmørk, 63.)

Gult kort: Fritleif í Lambanum

Venjari: Pauli Poulsen

HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Bartal Wardum, Magnus Egilsson –  Christian R. Mouritsen (Adrian Justinussen, 80.), Tróndur Jensen, Rókur Jespersen, Pál Mohr Joensen (Øssur Dalbúð, 46.) – Teit Jacobsen, Ari M. Olsen (Fróði Benjaminsen, 56.)

Gult kort: Teit Jacobsen

Venjari: Jan C. Dam

 

AB-Víkingur 2-2 (0-0)

Dómari: Rúni Gaardbo

0-1: Philip Djordjevic

1-1: Karstin Højgaard

1-2: Jón Krosslá Poulsen

2-2: Árni G. Nielsen

 

Støðan eftir fimm umfør

HB 13

NSÍ 12

B36 10

Víkingur 9

KÍ 9

TB 5

ÍF 4

Skála 3

AB 2

B68 2

 

Sætta umfar

Sunnudagin 17. apríl

KÍ-B36

NSÍ-Víkingur

Skála-B68

HB-AB

TB-ÍF

----

 

LIÐUGT

2-2

 

2-2: Árni G. Nielsen

Í síðstu sekundunum eydnaðist tað AB at javna. Dmitrije Jankovic var frammi við í álopinum. Hann royndi ímóti málinum, men tað varð blokerað til horna. AB málverjin fór framvið, og Heðin Stenberg royndi seg við stútara, bólturin varð blokeraður á málstrikuni, og eftir nakrar ferðir aftur og fram var tað innskifti Árni G. Nielsen, sum setti bóltin í málið, og rómurin millum heimafólklið er øgiligur!

 

90) 1-2

AB vísir framvegis viljan, men nú er langt millum málmøguleikarnar hjá heimaliðnum.

Dómarin leggur fýra minuttir aftrat.

 

85) 1-2

Nú var um reppið, at innskifti Bjarki Nielsen varð dagsins maður hjá AB. Eftir langt innkast datt bólturin fyri føturnar á honum í málteiginum, men tað endaði við Víkinga málsparki.

 

81) 1-2

1-2: Jón Krosslá Poulsen

Tað eru innskiftararnir, sum hava syrgt fyri, at Víkingur aftur er á sigurskós. AB misti í uppspælinum, og Andreas Lava Olsen legði innfyri til innskifta Jón Krosslá Poulsen, sum setti bóltin í málið og harvið skoraði fyri fyrstu ferð, síðani hann skifti til Víking.

 

77) 1-1

AB er vandamikið í kontra. Tað endar við, at Sandi Færø fær tiltuskað sær fríspark. Bárður Olsen leggur innfyri, men bólturin fer út til málspark.

AB málskjúttin Karstin Højgaard fer av vøllinum, og í hansara stað verður settur Árni G. Nielsen.

 

76) 1-1

Víkingur hevur hug at leggja trýst á, og tað ber fleiri hornaspørk við sær.

 

73) 1-1

Símun Samuelsen fer av vøllinum, og Bjarki Nielsen verður settur inn á AB liðið.

 

72) 1-1

GULT KORT. Símun Samuelsen hjá AB sær gult fyri fríspark ímóti Heðini Hansen.

Andreas Lava Olsen avloysir Magnus Jarnskor hjá Víkingi.

 

71) 1-1

Nú var tætt við, at Víkingur legði seg framum aftur. AB miðverjin Dmitrije Jankovic søplaði bóltin burtur, og Jón Krosslá Poulsen var fyrstur á, men Heðin Stenberg bjargaði til horna, og eftir horna smekkaði Hans Pauli Samuelsen bóltin upp um málið.

 

65) 1-1

Tað hongur væl saman hjá argjamonnum, sum vísa sera góðan hugburð.

GULT KORT. Atli Gregersen sær gult eftir Víkinga innlegg við frísparki.

 

63) 1-1

GULT KORT. Sølvi Vatnhamar sær gult fyri fríspark ímóti Jónasi Stenberg.

 

62) 1-1

Víkingur setur Jón Krosslá Poulsen á vøllin í staðin fyri málskjúttan Philip Djordjevic. Gert Hansen fer av vøllinum, og Jobin Drangastein, argjamaðurin í Víkingi, verður settur á vøllin í hansara stað.

 

58) 1-1

1-1: Karstin Højgaard

Heimaliðið hevur javnað. Jónas Stenberg og Dan í Soylu átti uppleggið, men talan var um risa stórt kiks í Víkinga verjuni.

Og í næsta álopið var um reppið, at Karstin Højgaard legði AB framum eftir uppspæl frá Aron Clementsen, men hesaferð endaði tað við málsparki.

 

54) 0-1

Eftir AB horna er miðverjin Rói Danielsen tætt við at javna, tá ið hann úr góðari støðu og ikki so langt úr málinum sendir bóltin skeivu megin stólpan.

 

53) 0-1

GULT KORT. Magnus Jarnskor hjá Víkingi fyri at tveita bóltin burtur.

 

49) 0-1

0-1: Philip Djordjevic

Fínt uppspæl hjá Bárði J. Hansen, sum leggur til Heðin Hansen, sum aftur spælir Philip Djordjevic leysan í málteiginum, og Philip Djordjevic skoraði fyri fimtu ferð í ár!

 

47) 0-0

Ongar skiftingar eru framdar. Í fyrsta álopi eftir steðgin var um reppið, at AB skoraði, tá ið Karstin Højgaard hevði lagt innfyri úr høgru, men tað var blokerað, áðrenn støðan varð hættislig.

 

HÁLVLEIKUR

0-0

Sum hálvleikurin leið, kendist tað sum um, at Víkingur fekk alt betri tak á spælinum, men tað er framvegis málleyst, nú teir eru farnir at rinda møðina og leggja ætlanir fyri seinna hálvleik, tá ið Víkingur fer at hava lotið undan.

 

45) 0-0

 

44) 0-0

Víkingarnir spæla við eld, tá ið Erling Jacobsen stútar aftur til Geza Turi, sum akkurát er fyrri enn Patrik Johannesen. Og í næstu sekundunum eru víkingarnir tætt við, men Philip Djordjevic sendir bóltin upp um AB málið eftir fríspæling frá Magnusi Jarnskor.

 

40) 0-0

Nú átti Víkingur risa møguleika, eftir at argjamenn vóru ósketnir í verjuni. Magnus Jarnskor legði innfyri, og royndin hjá Philip Djordjevic varð blokerað av argjamanni. Víkingarnir vildu halda, at talan var um brotsspark, men tað var dómarin ikki samdur við teimum í.

 

37) 0-0

Tað luktar alt meiri av máli til gestirnar, sum hava fingið fatur á spælinum ímóti fríska lotinum.

 

35) 0-0

Nú gongur alt meiri seg í høgra borði hjá Víkingi, har Bárður J. Hansen eigur stóran leiklut í uppspælinum.

 

30) 0-0

Magnus Jarnskor,sum kennist taka alt størri ábyrgd á Víkinga liðnum, roynir seg, og bólturin fer út til horna.

 

25) 0-0

Bæði liðini hava síðstu løtuna havt góðan málmøguleika. AB miðvallarin Dan í Soylu royndi seg úr góðari støðu, eftir at hann hevði sneitt seg leysan av fleiri, men Erling Jacobsen tveitti seg og blokeraði til horna. Og so var tað Magnus Jarnskor, sum legði væl innfyri, men Philip Djordjevic var akkurát ov stuttur.

 

20) 0-0

Eftir langt innkast er støðan spent í AB brotsteiginum, men tað endar við, at Heðin Stenberg í AB málinum fær tak á bnóltinum.

 

17) 0-0

Tað er AB, sum er meiri á bóltinum, og sum samanspælið hongur betri saman hjá.

 

13) 0-0

AB hevur havt sín fyrsta møguleika. Dan í Soylu sneiddi seg leysan og smekkaði til, men bólturin fór framvið Víkinga málinum.

 

10) 0-0

Tað hevur verið rættiliga friðarligt fyrstu løtuna. Eftir innlegg frá Sølva Vatnhamar var tað um reppið, at Hans Paula Samuelsen kom í góða støðu. Annars hevur tað mesta gingið fyri seg millum brotsteigarnar báðar

05) 0-0

Líkindini at spæla inni í Vika eru góð í kvøld. Tað er eitt lítið lot, sum AB hevur undan í fyrra hálvleiki.

 

AB-Víkingur kl. 17.15

Dómari: Rúni Gaardbo

AB: Heðin Stenberg – Jónas Stenberg, Rói Danielsen, Dmitrije Jankovic, Sandri Færø – Bárður Olsen, Dan í Soylu, Aron Clementsen - Karstin Højgaard, Patrik Johannesen, Símun Samuelsen

Víkingur: Geza Turi – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar, Gert Hansen – Magnus Jarnskor, Heðin Hansen, Hans Pauli Samuelsen – Philip Djordjevic