Sæð úr sjónarhorninum hjá vágamonnum, er ynskiúrtøkan hetta umfarið, at 07 Vestur vinnur sín dyst á Víkingi í Gøtu í kvøld, sum byrjar klokkan 17.30, og at dysturin í morgin í Gundadali millum B36 og KÍ endar við javnleiki. Hendir tað, hevur 07 Vestur so otað seg ein bita longur upp.
Hinvegin er hetta neyvan lættasta løtan at vitja Víking, sum júst hevur tapt tveir dystir og av øllum alvi vil reisa seg. Júst tað kann tó gera, at hesin dysturin millum topp og botn kann gerast serastakliga lívligur, tí bæði hava nógv at spæla fyri.
Undan dystinum gera tveir aktuellir skaðar, at liðið hjá Víkingi møguliga ikki verður fullmannað. Hans Jørgen Djurhuus fór skaddur út eftir bara eitt korter ímóti KÍ, og 10 minuttir inn í seinna hálvleik fekk Hanus Jacobsen eisini skaða. Báðir eru ivasamir til dystin ímóti 07 Vestur, so møguliga verða broytingar á liðnum.
Hinvegin stendur væl til við fólki hjá 07 Vestur, sum hvørki hevur karantenu ella nakran nýligan skaða at dragast við. Einastu, sum ikki eru tøkir, eru Jovan Panic og Hendrik Rubeksen, ið hvørgin hevur spælt, síðani teir báðir blivu skaddir í dystinum ímóti HB.
Undanfarnu dystir
Víkingur-07 Vestur 6-2
07 Vestur-Víkingur 0-0