Víkingur setti aftur HB upp á pláss

1. DEILD: Víkingur og HB eru millum tey fremstu, sum renna eftir Skála

Í gjárkvøldið vann Víkingur 2-1 á heimavølli ímóti favorittunum og greipuvinnarunum í HB.

Í dag hittust hesi bæði feløgini aftur. Tað vóru næstbestu liðini, og hesa ferð varð spælt á ovara vølli í Gundadali.

Vinnarin var tann sami, sum hann var í gjárkvøldið. Víkingur vann 2-0, og eitt mál varð skorað í hvørjum hálvleiki.

16 ára gamli Jákup Andrias Thomsen setti hol á í 12. minutti. Hann skoraði fyrra málið í 2-1 heimasigrinum ímótgi B71 fyri einari viku síðani. Martin Klein Joensen økti um leiðsluna til 2-0, tá ið tað restaðu tíggju minuttir.

Níggju av teimum fyrstu ellivu hjá HB eru føddir í 2000 ella seinni. Átta av teimum fyrstu ellivu hjá Víkingi eru føddir í 2000 ella seinni.