##med2##
Víkingur hevur rættiliga nógv at fegnast um í dag, og tó.
Víkingur vann trygt 2-0 á TB við Stórá í Trongisvági. Longu aftaná seks minuttirs spæla vóru eysturbúgvar á odda 2-0, og eftir tað koyrdi Víkingur sigurin heim.
Bogi Reinert Petersen og Ari Olsen syrgdu fyri málunum.
Men ov fult var umborð á Smyrli klokkan 17.30, og hópurin hjá Víkingi slapp ikki norður um fjørð við teimum trimum stigunum.
Teir ljósabláu vunnu dystin á vøllinum, men taptu kapprenningina um plássini umborð á Smyrli.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Eina snarljósskjóta samrøðu við liðskiparan hjá Víkingi um dystin við Stórá, tí vit hildu, at Atli og hinir hjá Víkingi máttu skunda sær umborð á Smyril.
2) Hoyr samrøðu við Poul Ingason hjá TB, ið staðfestir, at dysturin var gott og væl avgjørdur aftaná seks minuttir, men Poul hevur vón um, at ÍF sum kemur á vitjan um eina viku ikki sleppur so væl úr Trongisvági.
3) Hoyr heimildarmannin hjá FM1, Per Martin Gregersen sum var millum tey hepnu, ið sluppu umborð á Smyril greiða frá serligu støðuni hópurin hjá Víkingi kom í á Drelnesi aftaná dystin.
##med3##