Víkingur hevði risa møguleika at minka um munin, tá ið tað restaðu tíggju minuttir av fyrra dystinum í Europa liguni í Letlandi. Finnur Justinussen varð spældur prúra blankur av Philip Djordjevic, men tað eydnaðist málverjanum at bjarga til horna.
Ventspils legði seg framum 2-0 í fyrra hálvleiki, tá ið heimaliðið var omaná. Serliga var tað eftir høgar sendingar úr borðunum og í brotsteigin, at tað var vandamikið frammanfyri málið hjá Geza Turi.
Bæði málini vórðu skorað eftir innlegg úr høgru. Tað fyrra skoraði Karlsons í fimta minutti, og hann økti umleiðsluna, tá ið tað restaðu átta minuttir av fyrra hálvleiki.
Eftir steðgin gekk tað væl javnari á. Víkingarnir vístu rutinu, og tá funnu teir væl saman, og teir megnaðu fleiri royndir ímóti málinum.
At tað ikki eydnaðist at skora málið, sum Finnur Justinussen hevði so góðan møguleika at skora, kann fara at vísa seg at vera avgerandi í samanlagda roknistykkinum.
Hóast 0-2 eftir fyrra dystin so er tað ikki óhugsandi, at Víkingur við avrikinum eftir steðgin í huga, kann hava møguleika at spæla seg víðari í kappingini. Men tað verður stór avbjóðing!
-----
LIÐUGT
2-0
92) 2-0
Erling Jacobsen lesur spælið væl, tá ið hann kemur ímillum framlegging.
91) 2-0
Geza Turi stórbjargar eftir fríspark innfyri úr vinstru og stútara úr stuttari fjarstøðu.
Tveir minuttir lagdir aftrat.
90) 2-0
GULT KORT. Atli Gregersen,sum støðugt hevur havt samband við dómaran, sær gult, tá ið hann mótmælir frísparki, sum verður dømt ímóti Bárði J. Hansen uttarlaga í høgru og næstan á baklinjuni.
88) 2-0
GULT KORT. Sorin Anghel sær gult fyri at fella mótstøðumann miðskeiðis á Víkinga hálvuni.
Hóast innlegg so verður tað heldur ikki hesaferð vandamikið frammanfyri Geza Turi, sum ongan trupulleika hevur at taka bóltin.
85) 2-0
GULT KORT. Philip Djordjevic sær gult fyri óregluliga at steðga mótstøðumanni.
Hálvan minutt seinni fer Philip Djordjevic av vøllinum, og í hansara stað verður settur Jákup Vatnhamar Olsen.
81) 2-0
So hevði Víkingur risa møguleika at minka um munin og at skora málið á útivølli, sum hevði borið við sær, at møguleikin at spæla seg víðari í kappingini hevði verið so nógv størri. Philip Djordjevic sneiddi framvið fleiri, áðrenn hann mitt fyri og stutt úr málinum legði bóltin fyri føturnar á Finni Justinussen, sum smekkaði til úr heilt góðari støðu, men málverjin bjargaði við beinparadu til horna í høgru, sum einki spurdist burturúr.
Sera harmuligt og kanska heilt avgerandi fyri samlaða úrslitið!
77) 2-0
Atli Gregersen gevur horna í vinstru, og stútarin er vandamikil, men tíbetur fer bólturin við síðuna av stólpanum aftanfyri Geza Turi.
75) 2-0
Jón Krosslá Poulsen avloysir Andreas Lava Olsen.
72) 2-0
Andreas Lava Olsen tiltuskar sær horna í høgru, og tað er trýst frammanfyri heimamálið í eina løtu, áðrenn tað endar við málsparki.
69) 2-0
Víkingarnir hava betri tak á bóltinum, og teir eru nógv meiri frammanfyri mótsstøðumálið, enn teir vóru undan steðginum. Nú smekkaði Phili Djordjevic til, og bóltin streyk dygst framvið stólpanum.
62) 2-0
Sámal Erik Hentze tekur avleiðingarnar av, at mótstøðumenninir eru so stinnir í høvuðspælinum. Hans Pauli Samuelsen fer av vøllinum, og í hansara stað verður settur hjálparvenjarin Sorin Anghel, ið er á dómaraseðlinum sum spælari.
58) 2-0
GULT KORT. Jemeļins sær gult eftir ógvusligt fríspark ímóti Sølva Vatnhamar, sum var um at sneiða seg leysan.
53) 2-0
Víkingur hevur staðið seg væl fyrstu løtuna eftir steðgin. Nú var vandamikið frammanfyri málið hjá Geza Turi. Aftur var tað ballon innlegg úr høgru og til handara stólpa, men eftir eitt sindur av aftur og fram eydnaðist tað verjuni at spæla seg úr tronganum.
49) 2-0
Eftir uppspæl í høgru og innlegg roynir Hans Pauli Samuelsen seg av brotsteigarmarkinum og mitt fyri, men hann fær ikki rættiligt skot á, og bólturin trillar skeivu megin stólpan.
47) 2-0
GULT KORT. Rečickis sær gult fyri ófantaliga takling ímóti Sølva Vatnhamar.
HÁLVLEIKUR
2-0
Hetta verður tungt. Víkingarnir vísa sjálvsálit, og teir royna at bjóða seg til og at arbeiða fyri hvørjum øðrum, men mótstøðumenninir pressa teir ógvuliga nógv.
Sum fleiri ferðir nevnt so er tað serliga í luftspælinum, at heimamenninir gera nógv um seg.
Merkisvert er tað, Hanus Jacobsen, sum hevur verið skaddur í fleiri mánaðir, er á Víkinga beinkinum.
45) 2-0
Fríspark úr átjan metrum og mitt fyri verður blokerað í Víkinga manngarðinum.
41) 2-0
Heimapressið er ógvuliga stórt. Víkingarnir sleppa ikki at varðveita bóltin á egnari hálvu. Nú var um reppið, at Karlsons staðfesti hattrikk, men eftir høgt innlegg úr vinstru og til handara stólpa sendi hann við høvdinum bóltin dygst skeivu megin stólpan.
37) 2-0
2-0: Ģirts Karlsons
Eftir høgt innlegg næstan av baklinjuni í høgru varð bólturin stútaður ímóti málinum. Geza Turi megnaði at bjarga bóltin út á handara stólpa, men so var Karlsons púra blankur, tá ið hann úr tveimum metrum setti bóltin í málið.
Harmulig støða og harmuligt mál, tí verjan stóð væl, tá ið innkastið frammarlaga í høgru varð tikið, sum var upphavið til innleggið og málið.
Tað er framvegis í luftspælinum, at stóra avbjóðingin hjá Víkingi er.
34) 1-0
Ofta er talan um høgar og langar sendingar - 30-40 metrar ella longri enn so - tá ið heimaliðið leypur á
32) 1-0
Eftir fríspark frá Hans Paula Samuelsen fram í brotsteigin tiltuskar Víkingur sær horna í vinstru, men einki spyrst burturúr.
30) 1-0
Hans Jørgen Djurhuus og Sølvi Vatnhamar arbeiða sum hestar á verjukenda miðvøllinum og í øllum hitanum.
26) 1-0
Víkingarnir eru væl skipaðir í verjupartinum, og teir leggja nógva orku í at bjóða seg til og at spæla fótbólt. Tó gongst tað illa at flyta spælið fram á mótstøðuhálvuna. Tað mesta gongur fyri seg á Víkinga hálvuni, og tað er framvegis vandi á ferð, tá ið tað verður lagt innfyri.
22) 1-0
Nú var bólturin aftur í Víkinga málinum, men russiski dómarin kolldømdi fyri fríspark. Tað var eftir høgt innlegg úr høgru og til handara stólpa, at bólturin varð fluktaður í málið av málskjúttanum, sum frammanundan gjørdi fríspark ímóti Bárði Hansen.
20) 1-0
Víkingur hevur fótað sær. Eftir fínt álop og út frá sending í vinstru smekkaði Finnur Justinussen til úr 20 metrum og við vinstra beini. Málverjin bjargaði til horna, sum einki kom burturúr.
16) 1-0
Taktikkurin hjá heimaliðnum er at leggja høgt innfyri, og tað kennist vera vandamikið mest sum hvørja ferð. Heimamenninir eru høgir, og tað ber við sær, at teir vinna nógv teir flestu luftdystirnar.
14) 1-0
Ventspils minnir nógv um gamla og góða GÍ: Heimamenninir eru í gulum troyggjum, bláum brókum og gulum hosum!
12) 1-0
Nú var um at vera galið aftur. Eftir balloninnlegg úr høgru var Karlssons púra blankur, tá ið hann við handara stólpa og við stútara sendi bóltin ímóti málinum, men tíbetur fór hann dygst skeivu megin stólpan.
10) 1-0
Pressið er linkað nakað, og Víkingur hevur verið í brotsteignum hjá heimaliðnum tvær ferðir.
05) 1-0
1-0: Ģirts Karlsons
Eftir høgt innlegg úr vinstru verður við handara stólpa stútað dygst inn við stólpanum, og so er mótbrekkan hjá Víkingi brøtt!
00) 0-0
Teir gera klárt at byrja. Tað er av fagrasta veðri, og hitin er 26 stig, sum er ivaleya nógv hjá víkingunum.
Ventspils-Víkingur kl. 16.00
Dómarabólkur úr Russlandi: Mikhail Vilkov, Maksin Gavnilin, Vladimir Gerasimov og Akeksandr Egorov
Ventspils: Maksims Uvarenko - Alans Siņeļņikovs, Simonas Paulius, Eduards Tīdenbergs, Aleksei Alekseev, Ņikita Koļesovs, Ģirts Karlsons, Vitālijs Rečickis, Nikola Boranijaševič, Ritvars Rugins, Antons Jemeļins
Víkingur: Túri Géza Tamas - Bárður Hansen, Atli Gregersen (L), Erling Jacobsen, Gert Hansen - Hans Jørgen Djurhuus, Sølvi Vatnhamar - Andreas Lava Olsen, Filip Djordjevic, Hans Pauli Samuelsen - Finnur Justinussen
Á beinkinum: Elias Rasmussen, Hanus Jacobsen, Jón Krosslá Poulsen, Heðin Hansen, Magnus Jarnskor, Jákup Vatnhamar Olsen, Sorin Anghel
------
HÁLVLEIKUR
0-1
45) 0-1
HB spælararnir fara av vøllinum við røttum ryggi. Teir hava víst fínt avrik í fyrra hálvleiki. Rókur Jespersen skoraði einsamalli málið við beinleiðis frísparki, og dygst undan steðginum var tað tætt við, at fyrst Rókur Jespersen og síðani Ari Mohr Olsen øktu um HB leiðsluna!.
42) 0-1
Síðstu løtuna hevur tað verið tætt við, og ta einu ferðina var bólturin á stólpanum aftanfyri Teit Matras Gestsson.
36) 0-1
Tað verður aftur bríkslað fyri frísparki ímóti Jóhan Troest Davidsen. Tað er nervapirrandi, tí stinni miðverjin og liðformaðurin hjá HB hevur longu sæð gula kortið!
30) 0-1
GULT KORT. Jóhan Troest Davidsen sær gult fyri fríspark.
HB hevur framvegis gott tak á tí.
21) 0-1
0-1: Rókur Jespersen
So hevur miðvallarin Rókur Jespersen við fínum frísparki lagt HB framum.
Tað varð bríkslað fyri frísparki, tá ið Ari Mohr Olsen varð feldur. Í tí sambandi sá Tabi Manga gula kortið.
16) 0-0
Tróndur Jensen smekkar til, men tað verður blokerað. Uppleggið var fríspark frá Róki Jespersen.
12) 0-0
Heimaliðið hevur havt fyrstu royndina ímóti málinum hjá Teiti Matras Getsson, uttan at talan var um vandamikla støðu.
07) 0-0
Fyrsta løtan hevur verið ógvuliga friðarlig.
00) 0-0
Tað er svalligari hjá HB, sum nú fer undir avbjóðingina í Estlandi. Her er hitin 22 stig, og sólin skínur oman og niðan.
Levadia-HB kl. 17.00
Dómarabólkur úr Slovakia: Filip Glova, Branislav Hancko, Gabriel Adam og Gabriel Michlian
Levadia: Sergei Lepmets - Luc Landry Tabi Manga, Ilja Antonov, Pavel Marin, Marcellin Gando, Anton Miranchuk, Daniil Ratnikov, Maksim Podholjuzin, Igor Morozov, Rimo Hunt, Evgeni Kobzar
HB: Teitur Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Davidsen, Fróði Benjaminsen, Ári M. Jónsson - Tróndur Jensen, Rókur av Fløtum Jespersen – Christian R. Mouritsen, Teit Jacobsen, Magnus Egilsson - Ari M. Olsen