Víkja ikki frá freistini

Minni enn hálvan tíma tók tað tinginum í dag at avgreiða tey bæði málini, sum lógu á skránni Tað var eingin tinglimur, sum tók orðið, tá onnur viðgerð av uppskotinum um eykafíggjarlóg kom fyri í tinginum seinnapartin. Allir 29 tinglimirnir, sum møttu, atkvøddu fyri uppskotinum, sum sostatt varð sent til triðju viðgerð.

Næsta mál á skránni var broyting í tingskipanini. Hetta er eitt mál, sum neyðugt verður at avgreiða, tí annars ber stutt sagt ikki til at seta tingið eftir valið í januar. Og her tóku so tríggir tinglimir orðið.

Allir tríggir høvdust at framferðini í sambandi við uppskotið um at gera Føroyar til eitt valdømi, og Henrik Old boðaði frá, at hann atkvøddi ikki fyri. Eisini Kristian Magnussen og Jógvan við Keldu fíltust á, at nevnda uppskot varð skundað ígjøgnum.

Atkvøðugreiðslan vísti, at 20 atkvøddu fyri, fimm ímóti og fýra atkvøður vóru blankar, og sostatt fór eisini hetta uppskot til triðju viðgerð.

Seinasta punkt á skránni var framløga, og hetta skuldi havt verið bráfeingis fíggjarlóg fyri 2008. Tað skiltist á lagnum, at partar av Sambandsflokkinum vildi hava tingið at víkja frá tíðarfreistini, og formaðurin spurdi, um tingið var sinnað at víkja frá hesum tíðarfreistum.

Men tað var tingið ikki. 13 atkvøddu fyri, 15 ímóti og tvær atkvøður vóru blankar.

Hetta merkir, at nýtast skulu minst tríggir fundir við trimum døgum ímillum, umframt helst eina nevndarviðgerð, áðrenn bráfeingis fíggjarlógin kann samtykkjast.