At fólkatalið er vaksandi, skuldi verið tekin um, at tað gongur betri fíggjarliga í Føroyum. Í kreppu árunum flutti fólk í hópatali av landinum og enn væntar nakað, áðrenn fólkatalið í Føroyum fer at náa somu hæddir, sum síðst í áttatiárunum. Men tó eru tekin um, at fólk støðast í Føroyum nú. Uttan at fara at greina hetta nærri, so sæst, at betri sær út, um vit hyggja at talvuni, ið nevnist Gjaldsjavni Føroya.
Vøkstur í innflutningi
Eisini um vit hyggja at talvum, ið vísa innflutning, sæst vøkstur. Hetta má takast sum tekin um, at fólk hava meiri pening um hendi. Keypiorkan er størri.
Eitt nú er meira byggitilfar innflutt, men vøkstur er serstakliga at hóma í nýtsluvørum.
Her er tó viðmerkt, at í henda bólk eru umframt vørur til beinleiðis nýtslu, eisini íroknaðar "vørur ikki flokkaðar aðrastaðni", tí eisini her er meginparturin nýtsluvørur.
Yvirhøvur er vøkstur í øllum bólkum, tó, um nakað er, ið kanska líkist eitt sindur frá, er tað bólkurin brennievni.
Lønargjaldingar
Um vit hyggja nærri at lønargjaldingum í nøkrum høvuðsvinnugreinum, so sæst, at vøkstur er at hóma allastaðir. Tó tykist vøksturin at merkjast minst innan fiskavirking. Vøksturin sæst tó í talvuni fyri fiskiskap. Hetta merkir, at lønir fara til fiskimenn, men at fáir løntakarar á landi fáast við fiskavirking.
Skal skjót niðurstøða gerast, so merkir hetta, at fiskalastir fara óvirkaðar av landinum.
Rávøra av landinum
Lønirnar fara til fiskimenn. Ikki til fólk á flakavirki. Hetta hevur nógv verið kjakast um, men eftir tølunum at døma, so er eingin framgongd at hóma hesum viðvíkjandi. Føroyar er við øðrum orðum rávøru útflytari. Føroyingar lata onnur um at virka fiskin, so meira fæst fyri hann.
Almennar lønir
Sum sagt, so eru arbeiðsfólk á flakavirki, innan fiskavirking, ikki stórur partur av lønmóttakarunum. Størsti vøksturin í løngjaldingum tykist vera innan undirvísing, heilsu- og almannaverk. Somuleiðis er vøkstur innan almenna fyrisiting.
Byggivinnan hevur enn ikki ta stóru økingina í lønargjaldingum, men tað sær tó út til, at eisini har er ein glotti fyri framman.
Arbeiðsleys - ella arbeiðstøk
Talið á arbeiðsleysum tykist falla. Tó er talið óstøðugt, tað vil siga, fólk hava arbeiði til tíðir, men ganga so aftur við ongum. Tó sæst á talvum, at talið á arbeiðsleysum (ella arbeiðstøkum) sum heild er fallandi.
Hetta er at gleðast um, men sum so ofta hevur verið ført fram, so er vert at hava í huga, at mangir føroyingar finna sær arbeiði uttanlands. Føroyingar sigla við fremmandum skipum, smíða í Noreg og aðrastaðni. Uppaftur onnur velja at flyta av landinum, tað verið seg, tí arbeiði er at fáa, ella tey útbúgva seg víðari.
Slík svartskygd tulking vikar tó ikki, at tølini vísa niðurgongd í talinum av arbeiðsleysum - tøkum.
Smærru plássini ringast fyri
Hyggja vit at, hvar talið á arbeiðstøkum er størst, so er ilt at fáa eyga á nakað beinleiðis mynstur.
Tó er greitt, at smærru plássini eru ringast fyri. Nevnast kann, at í Svínoy eru nærum 20% av monnunum tøkir. Hinvegin er áhugavert, at eingin kvinna sær út til at vera skrásett har.
Í Skálavík, har talið er eini 6 - 7 %, er tað sama galdandi.
Í fleiri kommunum eru tað bert kvinnur, ið eru tøkar.
Í flestu kommunum er talið býtt nøkulunda javnt millum kynini, tó talið í Sumba tykkist vera størst og javntast býtt. Talið er stórt í øðrum kommunum, men oftast eru kvinnurnar betri umboðaðar.
Nakrar kommunur eiga ongan at seta í hagtølini yvir arbeiðstøk. Tær eru Bøur, Fugloy, Húsavík, Mykines og Saksun.