Vøkstur í lønarútgjaldingum

Í 2012 vórðu útgoldnar 7.090 milliónir kr. í lønum, og var hetta 238 milliónir meira enn í 2011. Tað hevur verið lítil vøkstur í lønunum síðan 2009, men í 2012 var 3,5% meira útgoldið.

Í fiski- og alivinnuni var framgongdin í fjør 5,3%. Orsøkin til framgongdina var góða gongdin í alivinnuni, og tí fiskavøruídnaðurin á landið fótaði sær aftur í mun til avbera vánaligu støðuna í fyrru hálvu av 2011. Fiskivinnan á sjónum hevði tó afturgongd í árinum, og vóru hýrurnar nakað lægri enn árið fyri.

Byggivinnan hevði lítla framgongd. Framgondin var 1,4% og var í høvuðsheitum í skipasmíði o.a. Tó er framvegis minni útgoldið í lønum í byggivinnuni í 2012 enn í 2009.

Privatar tænastuvinnur, sum umfata ein triðing av samlaðu lønunum, høvdu størstu framgongd í fjør, 5,4%. Síðan fallið í 2008 hava lønirnar staðið í stað, so í 2012 var fyrstu ferð í fýra ár, at tað var framgongd. Framgongdin var í at kalla flestu tænastuvinnum, men serliga stór í sjóflutningi (farma- og ferðafólkaflutningur og frálandavinna).

Í almennum tænastum var gongdin sum vant við einum árligum vøkstri á 1,5%. Seinastu trý árini vísa ein lítlan árligan vøkstur hvørt ár millum 1 og 2%.

Síðan annan ársfjóðring 2011 hevur verið vøkstur í lønargjaldingunum. Størsti vøksturin var í øðrum ársfjóðringi 2012, tá tað táttaði í 1,5% í mun til undanfarna ársfjórðing. Síðan tá er vøksturin tódnaður nakað aftur, og í fjórða ársfjórðingi vuksu lønirnar 0,8% samanborðið við triðja ársfjórðing.

Bæði í 2010 og 2011 fór øll framgongdin í lønunum til menninar, men í 2012 fingu bæði kynini part í vøkstrinum. Tá var framgongdin um 3,3% til kvinnurnar og 3,6% til menninar. Orsøkin til, at kvinnurnar fingu lut í framgongdini, var vøksturin í fiskivinnuni á landi. Menninir hinvegin fingu sína framgongd í sjóflutningi og smiðjuvirksemi.

Framvegis er lutfallið í lønunum so, at kvinnurnar tjena 40% og mennirnir 60% av lønunum.

Gongdin í lønunum hjá kvinnum og monnum er ymisk. Frá 2004 til 2007 fylgdist

vøksturin hjá báðum kynum. Men tá afturgongdin byrjaði í 2008, vóru tað bert menninir, sum fingu minni løn. Lønin hjá kvinnum stóð í stað fram til 2012, tá vøksturin var góð 3%. Hjá monnum eru lønirnar vaksnar seinastu trý árini, men eru nústaðni nú komnar upp á sama støðið sum í 2008.

Tað er ymiskt í hvørjum vinnugreinum, kvinnur og menn vinna lønina. Kvinnurnar arbeiða í høvuðsheitum í almennum tænastuvinnum, tað eru heilsu- og almannaverk, almenn fyrisiting, kommunur o.l. Menninir harafturímóti eru spjaddir yvir fleiri vinnugreinar, men tað er serliga í fiskiskapi, sjóflutningi og bygging, at til ber at tosa um vinnugreinar, har nærum bara menn vinna sína løn.

Í flestu vinnugreinum var framgongd í 2012, og fýra vinnugreinar høvdu ein vøkstur yvir 15%. Stóri vøksturin var í vinnugreinum, sum hava við sjógv at gera, m.a. skipasmíð, fiskavøruídnaður, sjóflutningur og aling. Tó varð nakað minni útgoldið í hýrum. Eisini nakrar tænastuvinnur á landi høvdu stóra framgongd, m.a húshaldstænastur og gistihús og matstovuvirkir.

Tær vinnur, sum seinasta árið høvdu afturgongd, vóru serliga tænastuvinnur, sum seinastu árini hava lagt virksemið um, t.d. postur, fígging o.l. Afturgongdin í hesum vinnugreinum var millum 2,5 og 5%.

Hyggja vit at gongdini seinastu 10 árini, sæst ein greiður tendensur: nevnliga, at ein støðugt veksandi partur av samlaðu lønargjaldingunum koma frá tænastuvinnum, almennum eins og privatum, meðan parturin frá framleiðsluvinnunum samanlagt er minkandi. Fyri tíggju árum síðani vóru tænastuvinnunar 60% av lønunum, men seinnu árini er hetta vaksið til 70%.

Hóast talan er um eitt stutt tíðarskeið, vísir hetta ta regluligu, søguligu gongdina, har primerar og sekunderar vinnur (ráevnis- og framleiðsluvinnur) minka, meðan tertieru vinnurnar (tænastu- og vitanarvinnur) veksa.