Vøkstur og veitingar í sjóvinnuni

Fríggjadagin 12. november klokkan 13:00 skipar Maritimt Forum fyri almennum seinnapartsfundi í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Heitið á fundinum er »vøkstur og veitingar í sjóvinnuni«.

Maritimt Forum varð stovnað fyri tveimum árum síðani. Endamálið er at menna sjóvinnu á landi í Føroyum. Talan er um partin av sjóvinnuni, ið knýtir seg at handilsskipum.

Nógv er hent hesi tvey árini, hóast hetta kanska ikki er so sjónligt úti í samfelagnum.

Føroyska altjóða skipaskrásetingin (FAS) er vaksin við einum 20 skipum, fyritøkur eru stovnaðar við endamálinum at veita og útflyta tænastur til vinnur, ið knyýta seg at FAS og altjóða shippingvinnu sum heild.

Arbeitt verður við at savna vinnuna um mál, ið eru av felags áhuga og at skapa netverk, soleiðis at førleiki og vitan kann gagnnýtast á besta hátt.

Stóra avbjóðingin hjá vinnuni er at vinna marknaðarpartar í kapping við útlendskar veitarar, soleiðis at Føroyar fær meira burturúr sjóvinnuni.

Avbjóðingarnar eru fleiri, men møguleikarnir eru nógvir.

Vónandi møta fólk fjølment.