Vøksturin steðgaður

Tíðindaskriv
Føroya Tele

Sambært roknskapinum hjá Føroya Tele fyri fyrra hálvár 2004 er vøksturin í nettosøluni, sum tey seinastu árini hevur ligið um 10 % um árið, steðgaður upp í 2003 og lækkaði sølan beinleiðis í fyrra hálvári í ár, samanborið við í fjør úr 151,1 mió.kr. niður í 146,4 mió. kr.  Millum orsøkirnar til hesa gongd eru samfelagsbúskaparliga stagnatiónin og harðari kapping á fjarskiftisøkinum. Niðurgongd hevur verið í søluni innan flest øll virkisøkini, undantikið Internet virkisøkið, har vøkstur einahelst hevur verið í søluni av breiðbandsloysnum.
Úrslitið fyri fyrra hálvár gjørdist 7,6 mió. kr., eftir at 1,9 mió. kr eru settar av til skatt. Hetta er knappar 20 mió.kr. lægri enn fyrra hálvár í fjør, tá úrslitið var 27,2 mió. kr. Úrslitið er merkt av avsetingum í samband við uppsagnirnar í juni uppá 5,2 mió.kr. og av kostnaði í samband við niðurlegging av fylgisveinasambandi til útheimin umleið 3,9 mió.kr.
Felagið væntar, at úrslitið fyri 2. hálvár 2004 verður væl betur, aftaná at hædd er tikið fyri longu framdum kostnaðartillagingum.
 
Vegna Føroya Tele
Andras Róin
stjóri