Vøkur tónleikaløta í Vesturkirkjuni

Ummæli

 

Ólavur Hátún



Seinasta sunnudag bjóðaðu Nes Sóknar Musikkfelag og Harmoniorkestrið GHM til konsert bæði í Fríðrikskirkjuni og í Vesturkirkjuni.

Mær bar tað til at hoyra konsertina í Havn, og lat tað verða sagt beinanvegin, at hetta gjørdist tónleikaløta, sum tú komst heimaftur frá við ríkaðum sinni.

Martin Mouritsen var leiðari hjá báðum orkestrunum, og hjá honum vita tónleikararnir seg at vera í tryggum hondum. Nes Sóknar Musikkfelag legði fyri, og beinanvegin varnaðist tú aftur, hvussu hábærsliga málmklangurin hóvar í einari kirkju. Sum tann góði musikkuppalarin Martin er, havði hann í skránni lagt seg eftir tónleiki, sum hjá orkestrinum vekir ans fyri góðum ljómi, og tað er besta grundstøði hjá einumhvørjum ljómliði til framhaldandi menning. Samanumtikið upplivdi tú her eina cantabile løtu við tilkomnum og ungum spælarum, sum gevur góðar vónir fyri framtíðini hjá Nes Sóknar Musikkfelag.

Ein fyribils hæddarløta var tað, tá ið bæði orkestrini síðan spældu saman. Ljómurin vaks í sínum veldi og gjørdist enn ríkari, tá ið træblásararnir komu uppí.

Tú upplivdi her eisini, hvussu væl Vesturkirkjan er egnað til størri kirkjuligar tónleikaframførslur, so rúmsáttur kórparturin er.

Yndisligt var at líta og lýða á, tá ungu systrarnar Durita og Birita Lamhauge Jóansdøtur spældu Haydn-trio fyri tvær floytur og bassklarinett saman við floytulæraranum Katju Volovelskaja. Harmiligt fyri Bartal Nolsøe Poulsen at honum vegna sjúku skuldi berast frá at spæla aðra floytuna. Hinvegin var tað at frøðast um, hvussu lærarar og næmingar á hesari konsert vóru felags um at fremja tónleik á høgum stigi. Millum tey ungu í GHM sat Kenneth Jones, sum í góðari samvinnu millum musikkskúlan, Harmoniorkstrið GHM og Havnar Hornorkestur skapar nýtt støði til tað slóð, sum landsmenn hansara fyri honum hava lagt í tónleikalívið í Havn. Eisini er at nevna klarinettlæraran Peder Riis-Jensen, sum stuðlandi fyri sínar næmingar sat í frammaliga í kirkjuni. Ikki er heldur at forgloyma floytulæraran Andreu Heindriksdóttir, dagligur leiðari hjá GHM, sum hesaferð vegna gleðiligar umstøður hevði latið starvsfelaganum Martini dirigentpinnin burturav.

Tað er ikki mín søk so nágreiniliga at ummæla orkesturtónleik; men eg hugsi, at eisini tey, sum eru meira før á hesum øki, mundu taka undir við mær í teirri meting, at so vælljómandi og musikalskt gjøgnumført orkesturspæl, sum GHM framdi sum seinasta tátt í hesari konsert, hevur sjaldan verið at hoyra her á landi. Martin Mouritsen er tann føddi orkesturleiðarin. Við lítillátnum lótum og tó við myndugleika fær hann latið upp fyri tónleikinum og samansjóðað sína sannføring við við teir møguleikar, sum tey leikandi bera í sær. Mær rann løtan í huga, tá Martin við sínum 65-manna Føroya Ungdómsharmoniorkestri bergtók teir túsund áhoyrararnar á norðurlendsku musikkskúlaorkesturstevnuni í Kolding á sinni. Hevði hildið, at slíkt samanspæl, har landsins mest framkomnu ungu blásarar fingu høvi til í felag at menna seg og at fremja tónleikalig avrik, sum tey flestu annars ikki hava høvi til, mátti verið ein táttur at tikið uppaftur í musikkskúlans arbeiði.

Men tá nú alt var so væl úr hondum greitt til hesa konsert, mátti tú undrast á, at so óskettið var farið um prentaðu skránna. Lagið til ?Nú hvítna tindar fjøllum á? gjørdi danska tónaskaldið J.H. Nebelong og ikki nakar Reinagle. Hans Viðstein gjørdi lagið til ?Eitt lítið fjallaland?, og lagið til ?Mítt føðiland? er ikki eftir Hans J. Højgaard, men Petur Alberg. Endamálið við skránni er jú at vera áhoyrarunum til upplýsingar og skapandi listafólkunum til viðurkenningar; tí má tann lítli parturin í fyrireikingunum vera í lagi.

Men tónleikaløtan í Vesturkirkjuni hetta sunnukvøldið 18. mars verður tó sitandi í sinninum sum ein sera vøkur uppliving.