Fiskamarknaðurin seldi í dag 62 tons fyri 927.000 krónur. Góð 13 tons vóru av toski. Toskur II fór fyri 16,66 krónur í meðal, toskur III fyri 16,34 krónur, og meðalprísurin á toski IV var 15,96 krónur.
16 tons vóru av hvítingi, og meginparturin fór fyri 11,56 krónur. Umleið fýra tons vóru av hýsu, mest hýsa II, sum fekk meðalprísin 15,16 krónur.
Eitt línuskip, sum hevði roynt sunnanfyri, hevði umleið 10 tons av brosmu, og tað mesta fór fyri 8,75 krónur í meðal.
Nakað var av flatfiski, fýra tons og reyðsprøku og fimm tons av tungu. Tunga II fór fyri 25,62 krónur, tunga III fyri 25,36 krónur, og reyðsprøkan fór fyri 12,04 krónur fyri kilo.