Síðsta leygardag var stór barnadansistevna í Sandoynni, har stívliga 300 børn, foreldur, ommur og abbar úr øllum Føroyum dansaðu, vóru útferðir og ótu. At so nógv fólk skuldu í Sandoynna í ein dag, umframt tey, sum um vikuskiftið ferðast í oynna og úr oynni, legði strandfaraskipið Teistan, sum røkir farleiðina, undir stórt trýst.
Men, tey á strandferðsluni vóru ógvuliga lagalig, og Teistin sigldi seinasta eygardag eftir fríggjadags-ferðaætlan við onkrum tillagingum. Onkur av luttakarunum á barnadansistevnuni komu í Sandoynna longu fríggjadagin og gistu í oynni til dagin eftir, tá tey stundisliga morgunin eftir fóru til Skopunar, fyrst til morgunmat og síðan at dansa.
Umleið 170 børn, foreldur, ommur og abbar komu í Sandoynna á fyrsta túri leygarmorgunin, og hesi vóru í Skopun longu um 08-tíðina, tá borðreitt varð við morgunmati í Samljóði. Dansurin byrjaði klokkan 9, og klokkan 9.45 varð barnadansistevnan sett í Skopun, samstundis sum restin av luttakarunum tá komu til Skopunar við Teistanum.
Sum partur av barnadansistevnuni varð eisini skipað fyri trimum útferðum, og hesar byrjaðu leygarmorgunin klokkan 10. Ein útferð var til Gívrinarspor at hoyra um gívrina, ein í Todnes at hoyra um Kálv Lítla, og so varð eisini høvi at vitja fjósið í Uttastovu í Trøðum.
Við tað, at talið av luttakarum á barnadansistevnuni var so stórt, vórðu luttakararnir líka sum býttir upp í tveir stórar bólkar. Tey, sum byrjaðu í Skopun stundisliga klokkan 08, ótu døgurða eftir útferðirnar klokkan 11 í Virkinum á Sandi. Tá hesi høvdu etið døgurða, varð á middegi koyrt suður til Dals at dansa, og har fingu fólk eisini bæði køkur, kaffi og saft.
Anna Jóanesardóttir, sum byrjaði at dansa í Sjónleikarhúsinum í Havn longu sum barn og sum hevur stóran áhuga fyri føroyskum dansi, var saman við øðrum í Tøkum Lætt eisini við, nú barnadansistevnan var í Sandoynni.
- Hetta er tíggjunda barnadansistevnan, sum verið hevur, og eg havi verið við á teimum níggju. Hetta er altíð ein sera hugnaligur dagur, har børn, foreldur, ommur og abbar hugna sær saman. Nú tiltakið í Sandoynni er liðugt, kunnu vit staðfesta, at hetta eydnaðist sera væl, og fyriskiping og blíðskapur vóru framúr.
Anna Jóanesardóttir sigur, at tað riggaði óføra væl, at tiltakið í Sandoynni varð deilt sundur, soleiðis at ikki øll vóru á sama staði í senn alla tíðina. Hon vísir á, at børnum dámar væl, at tíðin á sama staði ikki verður ov long, og teimum dámar væl umhvørvisskifti.
- Tí riggaði tað eisini væl, at vit fyrst dansaðu í Skopun, vóru útferð, ótu í Virkinum og síðan koyrdu til Dals, har vit hildu fram at dansa. Í Dali var eisini høvi var hjá børnum í løtum at spæla, og soleiðis vóru eisini nógv børn eitt nú á sparkivøllinum í Dali.
- Vit, sum umboðaðu Tøkum Lætt í Sandoynni leygardagin, vóru eini 40 í tali, og ein partur av okkum vitjaðu Uttastovugarðin, sum var sera áhugavert, sigur Anna Jóanesardóttir í Tøkum Lætt.