Tað er ein væl nøgdur ferðavinnustjóri, sum ger upp eftir ferðavinnustevnuna Vestnorden Travel Mart, sum Ferðaráð Føroya var vertur fyri í seinastu viku.
?Vit hava bara fingið positivar afturmeldingar, sigur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya. Frá bæði keyparum og seljarum umframt frá teimum myndugleikum, sum vara av tiltakinum. Her verður hugsað um leiðsluna fyri Vestnorden Travel Mart, sum nevnd verður WTB, Westnorden Travel Board.
Heri Niclasen fegnast um, at tiltakið eydnaðist væl í øllum lutum. Enn hevur einki verið funnist at í øllum tí, tey hava frætt aftur, sigur hann.
Hann metir sjálvur, at tað gekk eisini væl frá byrjan. Ein góð móttøka av femmandu gestunum ger, at tey fáa eina positiva støðu frá fyrsta stigi á føroyskari jørð. Ikki minni umráðandi er, at gistingarmøguleikarnir hjá frammandu gestunum eru í lagi.
Móttøka og gisting
Fólk frá Ferðaráðnum tók í móti á flogvøllinum og syrgdi fyri at øll komu upp á pláss beinanveg, tey komu til Føroya. Hotellini í Havn tóku í móti og Norrøna lá við bryggju og hýsti ikki færri enn 249 stevnuluttakarum. Eisini har umborð gekk alt upp á stás, sigur Heri Niclasen.
At Norrøna lá við bryggju sum hotelskip hevði dupulta ávirkan, um ein kann siga so, vísir Heri Niclasen á. Hann takkar í fyrsta umfari Smyril Line fyri at taka tríggjar dagar burtur úr feðaætlanini og leggja skipið til sum gistingarhús á stevnuni.
Í øðrum lagi var hetta ein frálíkur møguleiki hjá Smyril Line at lýsa við hesum frálíka nýggja skipinum. Tí júst hesi fólkini, sum vóru á Vestnorden Travel Mart eru tey, sum keypa og selja ferðir í Útnorði. Og Norrøna flytir ein stóran part av kundunum hjá hesum fólkunum.
Eitt annað av gistingarhúsunum í landinum, sum Heri Niclasen serliga nevnir, er Hotel Vágar, sum stóð fyri matgerð og pynti í samband við samansjóðingina mánakvøldið. Tað tey á fremmandum málið nevna »Get together«.
Heri Niclasen er ikki smæðin, tá hann umrøður hesa samansjóðingina, sum hann heldur vera eina ta bestu, hann hevur verið við til yvirhøvur í samband við Vestnorden Travel Mart. Eisini útlensku gestirnir hava havt hetta á orði, sigur hann. Tey rósa umstøðunum, tiltakið varð hildið undir á forngripasavninum í Hoyvík. Har var gott pláss, og alt andaði av mentan og hugna, taka tey til.
Tiltakið
Sjálvt tiltakið í ítróttarhøllini á Hálsi var eisini stórt og væleydnað, láta fólk at.
Seinasta Vestnorden Travel Mart stevnan, sum varð hildin í Føroyum, var í 1999. Tá vóru fleiri básar og fleiri luttakandi fyritøkur. Men sjálvt luttakartalið, tá vit tosa um fólk, var júst tað sama hesaferð sum seinast. 385 fólk í tali, upplýsir Heri Niclasen.
Tað vórðu settir 110 básar upp í høllini, har stevnan var. Umframt varð so okkurt annað tiltak, sum eit nú kunngerðingin av, hvør var best røkta bygd í landinum, lagt inn á stevnuna eisini.
Hetlendingar, sum vóru við sum eygleiðarar fyrstu ferð, máttu taka til takka við at hava bás í gongini. Men tað tóktust teir eisini at vera nøgdir við, sigur Heri Niclasen.
Forrætningsmessiga riggaði tað væl í ítróttarhøllini. Tað andaði og livdi alla staðni. Fólk gingu runt og gjørdu avtalur, prátaðu og hugnaður sær.
Tað, sum nú verður gjørt, sigur Heri Niclasen, er at eftirmeta tiltakið. Eitt nú at gera spurnarbløð at senda luttkarunum. Eisini ætlar hann at hava ein fund við føroysku ltttakararnar at vita, hvat teir halda um tiltakið, og hvat teir fingu burtur úr sum heild.
Ferðaráð Føroya var væl fyrireikað undan stevnuni, sigur Heri Niclasen, og tað var avgjørt ein av orsøkunum til, at tað gek so væl. Starvsfólkið á Ferðaráðnum og samskiparin av stevnuni, Birna Jacobsen, fáa bert rósandi orð frá stjóranum, nú liðugt er.
Ferðaráðið er ein tænastustovnur, sum skapar sambond og heldur viðlíka. Tær einstøku avtalurnar gera ymsu feløgini, sum bjóða seg fram. Tað er eisini har, leitast skal eftir ítøkiligum avtalum og handlum á slíkari stevnu, sigur ein vælnøgdur ferðavinnustjóri.