Væleydnaðar royndir við HIV-vaksinu

Royndir í Teilandi við einari nýggjari vaksinu vísa, at fólk, sum er vaksinerað, eru í munandi minni vanda fyri at verða smittað við HIV enn tey, sum ikki eru vaksinerað. Sambært granskarunum minkar smittuvandin 31 prosent, um fólk verða vaksinerað, og hetta er fyrstu ferð, at royndir við nýggjari HIV-vaksinu hava víst seg at forða smittu.

Tann nýggja vaksinan er roynd í einum samstarvi millum teilendsku myndugleikarnar og tann amerikanska nherin, og 16.000 fólk hava verið við í royndunum.

-Hetta er einki minni enn ein søguligur varði, sigur stjórin í AIDS Vaccine Advocacy Coalition, Mitchell Warren, við fjølmiðlarnar.