Ulf Nordlund, tónleikalærari, stóð um vikuskiftið á odda fyri tónleikastevnu í Vági, har ungir hornblástursnæmingar og meira vandir tónleikarar tóku lut. Umframt næmingar úr 4., 5., og 6., flokki í Vágs Skúla, so tóku eisini lærarar í Sekstettini Suðurættin lut og eisini Tvøroyrar Hornorkestur.
Næmingar úr 8. flokkunum hava júst fingið rútmu ljóðføri og hava leikt í nakrar fáar dagar, men longu merkjast ljóðbylgjurnar og trummuljóðini duna.
Heilt fitt av fólki var til konsertina í Vágs Skúla sunnudagin seinnapart ? sjálvandi mong forvitin og spent foreldur og ommur og abbar.
Og eingin fór vónbrotin heimaftur.
Tað ljóðaði væl frá fyrstu stund. Og stuttligt var, at lagt varð fyri við rútmustykki, ið minti ikki sørt um Safri Duo. Øll í stóra orkestrinum, frá teimum minstu til tey stórstu, klappaðu og tóku taktir í felag, so tað stóð eftir í. Og væl var vant, tí samspælið var frálíkt.
Eisini ymsu hornstykkini gingu væl og stuttliga stykkið, sum nevnist Blues í C ella Jam í C, ella okkurt tílíkt, riggaði væl, tí allir luttakararnir tá sleppa at royna seg sum solistar.
Nýggi rútmubólkurinvið 8. floks næmingum riggaði væl og tað swingaði væl undir leiðslu av Jónas Jeppesen, trummuleikara.
Køna leiðslan hjá Ulf Nordlund vísti seg at bera frukt, tí konsertin sunnudagin var virðiligur endi, eftir harða venjing í tveir dagar, har tað hugnaliga og felagsandin tó eisini átti innivist.