Talan var um eitt sera væleydnað tónleikabland, ið fór á pall í VB-húsinum leygarkvøldið. Kórið Glymur legði fyri. Føroyskir og útlendskir sangir, sungnir av vøkrum røddum. Væl skipað og við mátti og vakurleika, ið krevst, tá ein ferðast innan fleiri tónleikasløg. Tó var tað Bohemian Rapsody hjá Queen, ið var hæddarpunktið og har setti Glymur eitt sera flott punktum fyri fyrsta partinum av síni framførslu.
Hetta var tó ikki heilt endin, tí kórið tók byrjanina til Um Eg Kundi Kvøðið hjá Stanley Samuelsen. Og við eitt kom Stanley fram aftanfyri kórið og gjørdi sangin lidnan.
Stanley stóð yvirhøvur fyri eini løtu, ið var vøkur og innilig. Sambandið við áhoyrararnar var við frá byrjan. Og eitt, ið tey flestu enn einaferð løgdu til merkis, og nutu, var frálíka guitarspælið. Stanley er ein snillingur, tá tað kemur til guitarspæl, og hann brúkar guitaran fult út.
Støðgur var síðan til ábit, og síðani átti Peter Abrahamsen, og hansara menn, tørn. Og so kom meira lív í og sangirnir og søgurnar løgdu beinanvegin lunnar undir eina løtu, har sambandið við áhoyraran, skemt og væl spældur tónleikur, var í hásæti. Og løtan, har hann sang saman við Glymi, og har Stanley eisini kom á pall, var nakað heilt fyri seg.
Eftir væleydnaðu kvøldsetuna, spældi Deiggj til góðan dans.
Norðurlandahúsið og felagið Jóansøkufestivalurin skipaði fyri tiltakinum.