Carl Jóhan Jensen
Reykjavík
Sum nevnt í undanfarnu grein er íslendsk stjórnmálasøga tey seinastu hálvfjers til trýss árini ólík norðurlendskari í tí, at í Íslandi var eingin stórur javnaðarflokkur virkandi. Landslagið vinstrumegin miðjuna var eitt satt jarðskjálvtaøki politiskt, sprunga lá við sprungu so langt sum eygað rakk og ímillum sóust flokkarnir sum seilir av mistrongari hugmyndafrøði.
Hugmyndin um at sameina allan vinstraveingin í ein flokk ella rørslu, sum evnaði at standa Sjálfstæðisflokknum syftuna í valundirtøku, hevur tó javnan verið frammi og er ongantíð kólnað burtur heilt, hóast striltið hevur gingið at fáa hana í verk. Aftur og aftur hava nýggir flokkar klovið seg burtur úr teimum gomlum við tí staðiliga endamáli at sameina vinstraveingin.
Seinasti flokkur av hesum slag, Þjóðvaki, kom fram í almenna ljósmálan í 1994 við tí stevnumiði at savna øll javnaðarsinnað í Íslandi í ein flokk.
Eftir Altingsvalið í 1995 sleit Sjálfstæðisflokkurinn stjórnarsamstarvið við AlÞýðuflokkinn (sum tá var hin alment viðurkendi javnaðarflokkurin í Íslandi) og fór í stjórnarsamgongu við Framsóknarflokkinn. Sostatt vóru nú allir flokkarnir á vinstraveinginum komnir í andstøðu og skjótt fór eitt orðaskifti í gongd um at fylkja allan vinstraveingin á tingi undir sama merki. Tað hevð óivað eisini týdning í hesum viðfangi, at vinstraflokkarnir á býráðsvalinum í Reykjavík í 1994 kastaðu saman við Framsóknarflokkinn og gjørdu R-listan, sum feldi meirilutan í Sjálfstæðisflokkurinn hevði havt í mannaminni.
Hugurin at leggja saman var tó ymiskur í flokkunum. Í AlÞýðuflokknum og Þjóðvaka, sum gingu saman á Altingi, var semja um sameingingina, men í hinum báðum flokkunum vóru mong í iva.
Kvennalistinn ella kvinnulistin var tann tíð tað var stovnaður við tí fyri eyga at hann skuldi vera eitt politiskt átak óheft av teirri gomlu floksskipanini. Tað elvdi tí til misnøgd innanveggja, at listin nú skuldi neglast upp í eitt javnaðarsamtak, og fleiri av teimum, sum vóru ímóti sameining kvittaðu við listan.
Í AlÞýðubandalaginu var mótstøðan upp aftur harðari. Flokkurin gekk í tvíningum í spurninginum um sameining. Semja fekst ikki um fleiri avgerandi mál. Tey, sum vóru ímóti sameining, hildu at flokkurin fór at førka seg ov langt til høgru, um hann legði saman við AlÞýðuflokkinn, sum á fleiri økjum hevði ein øðrvísi politikk enn AlÞýðubandalagið, eitt nú var hann meiri hugaður fyri NATO og íslendskum limaskapi í ES. Ósemjan førdi til, at tey sum vóru ímóti, tóku seg úr AlÞýðubandalaginu og stovnaðu Vinstri-grøna flokkin.
Samfylkingin stillaði, sum nevnt fyrstu ferð upp til Altingsval sum ein valsamgonga í 1999 og fekk tá 26,8 prosent av atkvøðunum. Í mai árið eftir var fylkingin formliga stovnað sum flokkur og Össur Skarphéðinsson varð valdur til formann í flokkinum.
Nakrar mánaðir fyri Altingsvalið í 2003 spurdust tey tíðindi, at Ingibjörg Sólrún Gísladóttir, táverandi borgarstjóri í Reykjavík bjóðaði seg fram á listanum hjá Samfylkinguni í Reykjavíkar norðara valdømi. Tíðindini komu óvart á mangan. Ingibjörg Sólrún, ið var ímyndin av R-listasamstarvinum og nógv umhildin sum borgarstjóri, hevði eftir býráðsvalið árið frammanundan fleiri ferðir boða frá, at hon ikki ætlaði at stilla upp til Altingsvalið. Nú kom hon sum ketta upp úr høvdatrog og hóast hon kom til tað seint upp í leikin, legði hon kortini valstríðið undir seg, vann fólkaansin og skuggaði fyri formannin. Nú var tað hon sum var forsætisráðharraevni hjá flokkinum, hóast óvist var, antin hon fór at vera vald ella ikki, tí hon var í einum ivasessi á listanum (í Íslandi er valskipanin øðrvísi enn hjá okkum við tað at atkvøtt verður fyri flokkum burturav. Valevnini eru uppstillað í nummarrøð og hvørt valevnið lukkast á ting velst, ymiskt um atkvøðutalið hjá flokkinum í viðkomandi valdømi og ymiskt um, hvussu ovarlaga valevnið er sett á listan).
Á valinum 10. mai 2003 fekk Samfylkingin 31 prosent av atkvøðunum, ein framgongd í mun til valið í 1999 upp á góð 4 prosent. Úrslitið var tó lakari enn mong høvdu væntað og vónað og flokkurin var sitandi í andstøðu.
Í valskeiðnum, sum skjótt er á enda, hava miklar rembingar verið í Samfylkinguni. Á landsfundi floksins í 2005 var stríðs-, ikki at siga krígsval um formanssessin og í teirri handbrá mátti Össur Skarphéðinsson lúta fyri Ingibjörg Sólrúnu Gísladóttir. Kinkurin sum kom í av floksformansvalinum hevur verið drúgvur at fara úr aftur. Ólag innanfloks og tvørrandi álit hjá veljaranum á, at flokkurin evnar tað sameiningarlutverk, hann ætlaði sær sjálvum, hevur havt við sær, at undirtøkan er minkað. Í veljarakanningum stendur flokkinum til tap. Sambært seinastu forsøgnum fer Samfylkingin at fáa umleið 20 prosent av atkvøðunum og missir sostatt útivið 10 prosent í mun til seinasta Altingsval.
Stevnumiðini
Samfylkingin er sum sagt ein javnaðarflokkur av tí endurnýggjaða slagnum ikki óátøkur bretska arbeiðaraflokkinum eftir hamskifti í hálvfemsunum.
Javnaðarpolitikkurin hjá Samfylkinguni hevur ikki somu grund í sosialiskari hugsan, sum íslendskur javnaðarpolitikkur fyrr hevði, men hallar meira til liberal sjónarmið um vinnufrælsi, frían handil og vælferð.
Samanumtikið kann stevnuskráin hjá flokkinum lýsast soleiðis: at fyritreytin fyri búskaparligari menning og betri korum hjá fólki sum heild er øðrumegin ein dygg almenn vælferðar-, almannatrygdar- og útbúgvingarskipan og hinvegin eitt vinnulív grundað á handilsfrælsi, opnan marknað og virkna luttøku í altjóða samstarvi.
Valmanifest
Sum lið í valstríði sínum hevur Samfylkingin sent út ein bókling við heitinum Javnvág og framburður/ Búskaparpolitikkur við ábyrgd (Jafnvægi og framfarir/ Ábyrg efnahagsstefna). Bóklingurin, sum Jón Sigurðsson hagfrøðingur og fyrrverandi stjóri í Norðurlendska fíggingarbankanum, Tjóðbankastjóri og fíggjarmálaráðharri, hevur ritstýrt, er ólíkur øðrum valsstríðsritum, er meiri sum ein greinagerð og kann saktans lesast sum eitt slag av manifesti, har politisku framtíðaráherðslurnar hjá flokkinum eru annar tráðurin.
Í bóklinginum verður búskaparstøðan í Íslandi lýst frá einum atfinningarsomum sjónarmiði. Atfinningarnar eru serliga vendar móti teirri búskaparstýring, sum stjórnarsamgongan hevur staðið fyri tey seinastu seks árini. Undirlagið fyri atfinningunum er útígjøgn, at ES-limaskapur er tað hald sum Ísland eigur at seta sær til at tryggja búskaparligan støðugleika og vælferð.
Sambært bóklinginum hevur sitandi stjórn ikki megnað at samskipa politikk sín í sambandi við fíggjarviðurskiftini hjá tí almenna og peningamál yvirhøvur. Úrslitið er, at óstøðuleiki valdar í búskapinum við øktari virðisminking (inflation) og versnandi vakstrarlíkindum. Í mars 2001 valdi stjórnin at áseta mark fyri virðisminkingina (inflatiónina) og setti gangvirðið (kursin) á krónuni á flot. Kortini hevur stjórnini ongantíð eydnast at fáa bilbugt við virðisminkingini, siga bóklingshøvundarnir, tvørturímóti hava royndirnar at tálma virðisminkingina við at hækka grundrentuna hjá Tjóðbankanum gjørt sítt til at halda gangvirðið á krónuni høgum, sum so aftur hevur elvt til hall á handilsjavnanum.
Tey seinnu árini hevur ein innstoytur verið av útlendskari fígging í íslendska kervið bæði orsakað av íløgum í stórverkætlanir (eitt nú Kárahnjúkabyrgingina), men eisini til endurláns innanlands. Hesin innstoyturin hevur eisini trýst gangvirði á krónuni upp.
Onnur viðurskifti, eitt nú at útlendskir lánistovnar geva skuldabrøv út í íslendskum krónum, hava virkað sama veg.
Undir slíkum umstøðum er gangvirði hjá krónuni sum minsta gjaldoyra á altjóðamarknaðinum ridlut og viðbrekið fyri skiftingum á fíggjarmarknaðum úti í heimi. Í tíðarskeiðinum frá 2001 til 2006 hevur veruliga gangvirðið á krónuni sveiggjað nógv og var í seinasta ársfjórðingi í 2005 heili 42 prosent hægri enn í sama ársfjórðingi í 2001.
Viðskiftakostnaðurin hjá íslendskum fyritøkum er nógv vaksin orsakað av hesum og sveiggini í gangvirðinum minka um íløguhugin hjá teimum.
Hóast bóklingshøvundarnir ásanna at verðandi gangvirðiskipan (t.e. at krónan flýtur) kann fáast at virka um onnur búskaparlig stýriamboð verða brúkt við skili, er niðurstøðan hjá teimum tó, at áneyðir eru at umhugsa at skipa gjaldmiðil og gangvirði øðrvísi í Ísland, tí spurningurin er, sum teir taka til, um krónan er nóg stór fyri Ísland.
Við øðrum orðum eiga íslendingar gera búskap sín út til at uppfylla tey krøv og treytir, sum settar verða fyri at kunna taka evruna upp sum løggildan gjaldmiðil.
Landbúnaður og studningstryggjaðir okursprísir
Í bóklinginum fær íslendski landbúnaðurin toyggi. Soleiðis sum landbúnaðurin nú er skipaður, skriva bóklingshøvundarnir, ger vantandi kapping, almennur framleiðslustudningur, miðstýring av framleiðslu og príslagi, høgur tollur á innflutta búnaðarvøru og innflutningsforðingar, at matvøruprísurin í Íslandi er uppi í gjøgn.
Landbúnaðurin verður rikin eftir einum avoldaðum heildarlagi, ið tað almenna hevur tikið undir sín verndarvong. Skipanin er ein tíðarvilla og eigur tí at verða broytt sum skjótast.
Sitandi stjórn hevur havt eitt søguligt høvi, halda høvundarnir, miðvíst at umskipað framleiðslu- og søluviðurskiftini innan landbúnaðin. Undanfarin ár hevur áhaldandi trot verið á arbeiðsmegi í mongum vinnugreinum. Slíkar umstøður áttu at gjørt tillaging til nýggjar virkishættir munandi lættari enn annars. Men stjórnin læt henda møguleika gleppa sær av hondum.
Við teimum royndum í huga sum íslendingar hava havt av at fríhandli og upplating av marknaðum, eitt nú síðani ESB-sáttmálin kom í gildi, meta høvundarnir, at ES-limaskapur er greiðasta leiðin hjá íslendingum bróta seg út úr hesi stirðnaðu landbúnaðarskipan, sum fyrst og fremst verður rikin til frama fyri fastgrógvin seráhugamál í samfelagnum.
Teir ásanna, at landbúnaðarpolitikkurin hjá ES ikki er lýtaleysur sæddur í heimsbúskaparligum ljósi, m.a. tí at hann í ov stóran mun forðar innflutningi av búnaðarvøru frá menningarlondum, men halda kortini at ES-limaskapur hevði verið eitt stórt framstig fyri íslendskar brúkarar og bøndur. Limaskapur hevði latið nýggjar marknaðir upp og við tað høvdu matvøruprísirnir lækkað munavert, eins og teir gjørdu í Svøríki og Finnlandi, tá ið hesi lond gjørdust limir í ES í 1995.
ES: sannleikin, vegurin og framtíðin
Sum sagt er undirlagið fyri bóklinginum Javnvág og framburður/ Búskaparpolitikkur við ábyrgd, tað at Ísland eigur at stevna fram ímóti ES-limaskapi og við evruni sum løggildum gjaldmiðli.
Limaskapur og evru-tøka høvdu, sambært bóklingshøvundunum, ment samhandilin við útlond, stimbra til meiri kapping, gjørt nýtsluvørur bíligari, styrkt umhvørvisverndina, styðja upp undir tøknimenning og yvirhøvur verið til bata fyri alt samfelagið og vælferðina.
Men ikki bara tað.
Fyrireikingarnar til ES-limaskap høvdu eisini, eftir teirra meting, í sjálvum sær kunnað kjølfest íslendskan búskaparpolitikk og tryggjað meiri støðugleika.