- Vælkomin at finna tær nýtt felag

Fyrrverandi føroyski landsliðsleikarin, Høgni Madsen, verður ikki at síggja aftur í KÍ-búnanum næsta kappingarár. Hetta veit Norðlýsið at siga.

 

Høgni Madsen er í løtuni búsettur í Danmark, men kemur heim aftur at spæla fótbólt í mei. Hann og KÍ eru ósamdir um tað fíggjarliga í sáttmálanum, og tá ið Høgni Madsen helt seg hava lagt eitt rímiligt uppskot fram fyri felagnum, var svarið, at hann var vælkomin at finna sær eitt nýtt felag.

 

Sáttmáli hansara við KÍ er tískil strikaður, og ein greidliga ónøgdur Høgni Madsen staðfestir fyri Norðlýsinum, at hann ikki fer at spæla aftur í KÍ fyribils.

 

- Eg fari i holt við at finna mær nýtt felag í morgin. Eg spæli so ikki við KÍ í 2012. Tað er heilt vist, sigur hann.