Vøllurin ómøguligur at spæla á

Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, segði eftir dystin, at vit mugu vera realistisk og síggja, at Ukreina hevði betri fótbóltsspælarar enn vit. – Teir vóru helst nærri við at økja enn vit at skora, ásannar Jógvan Martin Olsen, sum heldur, at vøllurin var ógjørligur at spæla á

Svangaskarð: – Vit mugu altíð trúgva uppá, at vit kunnu skapa eitt úrslit. Tað er fyrsta fortreytin fyri at fáa eitt úrslit. Hinvegin mugu vit eisini vera realistisk, og síggja, at teir (Ukreina, blðm.) vóru betri betri fótbóltsspælarar enn vit eru. Teir høvdu eitt størri yvirskot og vóru kanska tættari við at økja, enn vit vóru at skora, segði Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin og spurdu, hvat hann fekk sagt um 0-2 tapið fyri Ukreina.

Skuffaður av fyrsta málinum
– Eg eri øgiliga skuffaður av fyrsta málinum. At teir fáa loyvi at seta fótin á bóltin inni í feltinum hjá okkum, segði Jógvan Martin Olsen, men vísti so á eina lítla, men avgerandi hending beint áðrenn:
– Vit síggja í støðuni, sum uppstendur beint áðrenn, at ein leikari skal taka støðu til bóltin, men missur fetið, tá hann skal fara. Tað kann man øsa seg um, men í veruleikanum er tað kanska undirlagið, sum hevur skyldina, greiddi Jógvan Martin Olsen frá.
Hann segði, at soleiðis sum vøllurin var, var hann ómøguligur at spæla fótbólt á.
Landsliðsvenjarin ynskti tó ikki at fara út í eitt kjak um, hvørt tað var ein røtt avgerð at spæla dystin ella ikki. Hann ásannaði bara, at við lítlari virðing fyri teimum, ið halda vøllin, at avgjørt varð, at tað skuldi spælast.

Maskinfótbóltur
Í samrøðu við Sosialin hósdagin vísti Jógvan Martin Olsen á dygdirnar hjá ukreinska liðnum, og hesar trívur hann aftur í, tá vit práta um liðið, sum Føroyar møttu leygardagin.
– Fyri tíðina er Ukreina tað liðið í heiminum, ið spælir størsta maskinfótbólt sum er til, staðfesti Jógvan Martin Olsen.

Størri breidd nú
Seinna hálvleik í dystinum leygardagin, brúkti Jógvan Martin Olsen millum annað til at seta tríggjar nýggjar mans á vøllin; Tem Hansen, Sámal Joensen og Christian Lamhauge Holst.
Hetta var fyrstu fer í fleiri ár, at Sámal Joensen og Christian Lamhauge Holst vóru aftur at á landsliðnum, og Tem Hansen sóu føroyingar fyri fyrstu ferð. Hesir eru við at breiðka um hópin, sigur Jógvan Martin Olsen.
– Munurin á hópinum í ár og í fjør er, at vit hava størri breidd. Vit kundu taka bæði Súna og Mikkjal út og seta Sámal og Tem inn í staðin, uttan at hetta broytti tað stóra, metti Jógvan Martin Olsen.