Vælskapt brek handar peningagávur

Fyri nærum tveimum árum síðani varð áhugabólkurin aftanfyri tiltakið vælskapt brek fyrstu ferð samlaður. Tá varð skrivað út sangskrivarakapping til eina fløgu, hvørs yvirskot skuldi fara til MBF og ÍSB.

 

Peningagávur


Fløgan "Vælskapt brek" kom út í september í fjør, og siga stigtakararnir, at seldar eru umleið 1600-1700 fløgur. Nú er peningurin gjørdur upp, og verður 20 ára føðingadagurin hjá MBF í dag nýttur sum høvi til gávuhandanina.

Áhugabólkurin vildi í gjár ikki avdúka upphæddina á kekkunum, men talan er helst um eina fitta peningagávu í øllum førum eftir søluni at døma.

? Vit hava møtt ógvuliga nógvari vælvild, og fólk hava tikið ógvuliga væl ímóti okkum, sigur Hilmar Jan Hansen, sum er ein av limunum í áhugabólkinum.

? Undirtøkan hevur verið ógvuliga góð. Umleið 70 sangir komu inn til sangskrivarakappingina, men tíverri sluppu bara 19 við á fløguna. Og til okkara stóra bilsni gjørdi Føroya Lívstrygging okkum tann beina at fíggja alla fløguna sum hon var.

Eli Smith hevði teknað eina kápumynd til fløguna, sum eisini varð prentað sum plakat til sølu. Í desember í fjør kundi áhugabólkurin fara við einum kekki til barnadeildina á Landssjúkrahúsinum áljóðandi 15.000 krónur bert fyri sølu av plakatum.


Faldari næsta stigið


Nú hesin kapitullin er yvirstaðin, er næsta punktið á skránni at fáa gjørt ein faldara við vegleiðing til foreldur at brekaðum børnum.

? Tann afturvendandi trupulleikin vísir seg at vera at foreldur mangla ráðgeving tá tey fáa eitt brekað barn, sigur Lis í Niðristovu, limur í áhugabólkinum.

? Í hesum faldaranum skal so standa, hvønn tey skulu venda sær til, hvørji rættindi tey hava og so framvegis. Faldarin skal vera eitt slag av hondbólk fyri foreldur at einum brekaðum barni. Foreldur fara ofta ígjøgnum sama stríðið, sum onnur hava verið ígjøgnum, og tí kunnu tey sleppa undan, men vita tað bara ikki, ella vita tey ikki hvussu.

Ætlanin er tí nú at arbeiða miðvíst ímóti at fáa tilfar til vega, soleiðis at foreldur kunnu fáa vegleiðing tá tey fáa brekað børn. Tá hetta er liðugt gjørt er kemur helst okkurt annað á skránna, men hvat tað er, er ikki fingið greiði á enn.

Áhugabólkurin fyri Vælskapt brek vil fegin takka øllum, sum hava stuðlað tiltakinum á ein og hvønn hátt.

Í áhugabólkinum eru: Jóhan í Niðristovu, Lis í Niðristovu, Hilmar Jan Hansen, Sigrið Sivertsen og Bartal Kass.