Heðin á Lakjuni er nú aftur í KÍ, eftir at hann í fjør var við til at gera HB til meistarar. Men hóast hann soleiðis longu í fyrsta dystinum skuldi hitta gomlu liðfelagarnar, helt leikarin ikki, at akkurát tann parturin hevði nakran týdning.
- Tað hevur sum so ongan týdning. Tá tú fert á vøllin, so er tað fyri at vinna ? líkamikið, hvør mótstøðan er. Og vit skulu jú hitta øll lið tríggjar ferðir, so í so máta var talan ikki um ein dyst, sum var meira serligir enn aðrir.
Men tað at byrja við einum sigri á júst HB, var tað ikki ein dreymabyrjan?
- Sjálvandi er tað tað. Nú eru sjálvandi 26 dystir eftir at spæla, men tað er týdningarmikið at koma ígongd við einum sigri, og tað eydnaðist. Tað var tað týdningarmesta, og tað ger tað eisini munandi meira stuttligt at spæla.
Um sjálvan dystin helt Heðin annars, at teir høvdu orsøk til at vera nøgdir. Ikki minst um úrslitið. Men samstundis, so fýltast hann nakað á, at KÍ eftir steðgin datt ov langt aftur á vøllin.
- Vit eru slettis ikki klárir, tá vit koma útaftur, og eina góða løtu gevur tað teimum stóra yvirvág. Tíbetur koma vit so betri inn í dystin aftur, og tá Hjalgrím skorar, fáa vit av álvara luft.
Men har stóð nógv á móti endanum, tá tit við tíggju monnum skuldu vera leiðsluna?
- Sjálvandi. Tað vil tað altíð verða í slíkum førum, og hatta var jú eisini ein tápulig útvísing. Men hatta er so bara ein refleks-handling hjá Ova, og í aðrar mátar spældi hann jú ein fínan dyst.
Og er hetta so byrjanin til eitt gott kappingarár hjá KÍ?
- Tað vóna vit. Vit ætla okkum í øllum førum allan vegin í ár, so vit fáa at síggja, staðfesti kviki vongurin hjá klaksvíkingum at enda.