Vónandi letur virkið skjótt uppaftur

- Vit hava hoyrt okkurt um, at ætlanin er at lata saltfiskavirkið á Toftum uppaftur eftir summarsteðgin, men vit vita einki við vissu, sigur borgarstjórin

TOFTIR

Saltfiskavirkið á Toftum var ein partur av Faroe Seafood-samtakinum, sum fór á húsagang seint í fjør heyst. Síðan virkið læt aftur fyri umleið fimm mánaðum síðan, hevur einki regluligt fiskaarbeiði verið á virkinum og fleiri av teimum, sum arbeiddu har, hava ikki verið í lønandi vinnu síðan.
Tá feløgini Vinnan, Framherji og Samherji í Íslandi keyptu fýra virkir og seks skip úr trotabúnum eftir Faroe Seafood, varð sagt, at tey virkir, sum teir fóru at lata fyrst uppaftur, vóru virkið í Saltangará – og virkið á Toftum.
Nú eru nakrar vikur, síðan latið varð upp aftur í Saltangará, men einki røkist fyri, at ein uppaftur lating á Toftum er so ógvuliga nær.
Í síðstu viku segði stjórin í felagnum, sum rekur fiskavirkið í Saltangará, Jógvan Dávid Jacobsen, at óvissa er í løtuni um rávørugrundarlagið undir virkinum á Toftum, áðrenn greiða er fingin á, hvussu nógv ísfiskaskip fara at royna eftir makreli í summar og í heyst.
Stjórin legði eisini aftrat, at tað er truplari og bindir meiri pening at starta eitt saltfiskavirki upp enn eitt vanligt flakavirki.
Símun Johannesen, borgarstjóri í Nes kommunu, harmast sjálvsagt at, at virksemi, sum var á saltfiskavirkinum á Toftum, enn ikki er komið uppaftur at koyra.
- Eg havi hoyrt okkurt um, at virkið á ætlandi letur uppaftur eftir summarfrítíðina, men vit hava onga vissu fingið fyri hesum, legði hann aftrat.
Stjórin í felagnum, sum rekur virki í Saltangará, Jógvan Dávid Jacobsen, segði, at í prinsippinum kann saltfiskavirkið á Toftum lata uppaftur í dag, um tað skal verða.
Hann tordi kortini einki at siga við vissu um, nær virksemið aftur verður á virkinum.