Vónar at sleppa heim til Føroya í 2021

Hon er føroysk og hevur búð í USA í nógv ár. Men, hvussu verður nýggjárið hildið, og hvussu royndist 2020?

 

Hvar og hvussu heldur tú nýggjár í ár?

- Eg haldi nýggjár heima hjá mær sjálvum saman við manninum. Helst verður ein góður nátturðabiti - og so eitt sindur av sjónvarpi. Vóni eisini, at tey flestu fara at halda nýggjár heima í ár, so 2021 kann gerast betri við minni covid-19 her í Kalifornia.

Tað sigur Tórhalla Dabalos, sum býr í Kalifornia.

Hvør var størsta hendingin - upplivingin - hjá tær í 2020?

- At hava mammu, mostir og systkinabarnið á vitjan í Kalifornia frá januar til mars í ár.

Og hvat var tað keðiligasta í 2020? 

- At beiggi mín, Rúni, konan Anita og børnini, Bárður, Jónas og Elsa, ikki kundu koma yvir at vitja í summar vegna covid-19.

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021?

- Vónirnar eru at vitja heima í Føroyum, verða saman við familjuni mest møguligt, og at maður mín kundi komið við, um lív og heilsa verður.

Gevur tú eitt nýggjárslyfti?

- Vanliga gevi eg ikki nýggjárslyfti, men eg vóni, at eg fari at eta heilsubetri, motionera meira - og serliga flenna meira í 2021, sigur Tórhalla Dabalos.