B36 miðvallarin Róaldur Jakobsen er sera vónbrotin, nú tað er liðugt í Gundadali, har tað endaði 2-2 millum B36 og NSÍ.
-Henda dystin áttu vit at vunnið, hóast vit eina løtu vóru aftanfyri 2-0. Vit vóru leikiga greitt omaná fyrsta hálva tíman, men so fingu teir eftir lítlari løtu tvey mmálest sum burtur úr ongum. Vit fótaðu okkum og tíbetur minkaðu vit um munin dygst undan steðginum. Fyrsta hálva tíman eftir steðgin vóru vit greitt omaná, vit javnaðu, og vit høvdu fleiri møguleikar, men tíverri skoraðu vit ikki, og at enda mistu vit takið, sigur Róaldur Jakobsen.
Eftir trý umfør er úrtøkan hjá B36 trý stig eftir tríggjar javnleikir og harvið bíðar B36 framvegis eftir fyrsta sigrinum:
-Vit hava ikki fingið tað burturúr, sum vit áttu at havt fingið. Tað er einki annað at gera enn at arbeiða miðvíst víðari. Eisini í dag var fótbóltsspælið á góðari leið stóran part av tíðini, sigur B36 miðvallarin.
Bárður J. Hansen hjá NSÍ var á beinkinum, inntil hann varð skiftur inn í seinna hálvleiki. Hann var vónbrotin, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð:
-Undan ferðini til Havnar hevði eg ivaleyst selt hetta fyri javnleik. Tá ið vit megna at leggja okkum framum 2-0, so er tað sjálvandi stórt vónbrot, at vit ikki megna at vinna, sigur NSÍ spælarin.
Eftir trý umfør hevur NSÍ tvey stig, og harvið bíða Anders Gerber og hansara menn framvegis eftir fyrsta sigrinum:
-Tað er ikki nóg gott. Vit kundu havt vunnið í dag, og vit áttu at havt vunnið á heimavølli ímóti EB/Streymi, tá ið tað eisini endaði javnt. Ímóti Víkingi var tað stong út hjá okkum, og tá taptu vit 1-0. Men vit hava gott mót, og vit ætla okkum góða úrtøku tvær tær næstu ferðirnar, tá ið mótstøðuliðini eru KÍ og HB, sigur Bárður J. Hansen.
B36-NSÍ 2-2 (1-2)
0-1: Petur Knudsen 31.
0-2: Klæmint A. Olsen br 35.
1-2: Róaldur Jakobsen br 45.
2-2: Patrik Johannesen 61.
Dómari: Eiler Rasamussen
B36: Rói Mørk Hentze – Høgni Eysturoy, Odmar Færø, Andrias Eriksen, Gestur Bogason Dam (Gilli Samuelsen, 78.) – Róaldur Jakobsen, Eli Falkvard Nielsen – Christian R. Mouritsen, Philip Lund, Benjamin Heinesen – Patrik Johannesen (Jógvan Skeel Nolsøe, 83.)
Gult kort: Odmar Færø, Andrias Eriksen
Venjari: Jákup á Borg
NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Tobias V. Olesen, Per Langgaard, Jens Joensen, Einar Tróndargjógv (Jan Ó. Ellingsgaard, 12.) – Jann Martin Mortensen (Bárður J. Hansen, 71.), Karl Løkin - Árni Frederiksberg, Petur Knudsen (Jonleif Højgaard, 71.), Pól Jóhannus Justinussen – Klæmint A. Olsen
Gult kort: Tobias V. Olesen
Venjari: Anders Gerber
----
LIÐUGT
2-2
94) 2-2
Einki spyrst burturúr hornasparkinum úr høgru hjá NSÍ. B36 roynir at fara í skjótt mótálop.
93) 2-2
NSÍ fær fríspark mitt fyri og úr 22 metrum. Klæmint A. Olsen lyftir bóltin upp um manngarðin, og B36 málverjin bjargar til horna.
92) 2-2
Intensiteturin er stórur, og báðir partar leggja nógv fyri at vinna.
90) 2-2
Summir spælarar taka seg til tjúkkarnar. Teir hava runnið nógv, og nógvir kennast vera troyttir.
89) 2-2
Dómarin gevur til kennar, at tríggir minuttir verða lagdir aftrat.
B36 er dovnað eitt vet.
86) 2-2
Eftir NSÍ fríspark í høgru leggur Karl Løkin innfyri úr høgru. Tað er spenningur í B36 brotsteiginum, men tað endar við, at Rói Mørk Hentze fær tak á bóltin.
84) 2-2
Andrias Eriksen hjá B36 sær gult fyri ógvusligt fríspark ímóti Árna Frederiksberg, sum var um reppið at bróta ígjøgnum í vinstru.
Tað kennist sum um, at NSÍ er betri við nú, enn gestirnir vóru fyrsta hálva tíman eftir steðgin.
83) 2-2
Tobias V. Olesen hjá NSÍ sær gult fyri ógvusligt fríspark.
B36 skiftir Jógvan Skeel Nolsøe inn í staðin fyri Patrik Johannesen.
82) 2-2
Odmar Færø hjá B36 sær gult fyri ógvusligt fríspark mitt fyri og 23 metrar úr málinum.
81) 2-2
NSÍ er rárur gestur í B36 brotsteiginum. Nú legði Karl Løkin við frísparki innfyri úr vinstru, men tað varð ikki vandamikið.
78) 2-2
Gilli Samuelsen avloysir Gest Bogason Dam hjá B36.
76) 2-2
Patrik Johannesen er í góðari støðu, tá ið hann er leysur við málverjanum. Símun Rógvi Hansen vinnur tvídystin.
73) 2-2
Per Langgaard ger ógvusligt fríspark ímóti Philip Lund, og hann sleppur undan gula kortinum.
70) 2-2
NSÍ er heilt smokkað saman, og Anders Gerber ger tvær skiftingar: av vøllinum fara Petur Knudsen og Jann Martin Mortensen og á vøllinum verða settir Bárður J. Hansen og Jonleif Højgaard.
67) 2-2
So var tað Philip Lund, sum mitt fyri og við góðum skoti smekkaði til av brotsteigarmarkinum, bólturin fór tveir metrar við síðuna av málinum, og dómarin bríkslaði fyri málsparki til NSÍ.
65) 2-2
B36 heldur fram at pessa, og tað eru støðugt spentar støður frammanfyri NSÍ málið.
61) 2-2
2-2: Patrik Johannesen
Eftir skjótt útkast frá Róa Mørk Hentze í B36 málinum gongur tað skjótt. Philip Lund leggur fram til Christian R. Mouritsen, sum leggur innfyri úr høgru, og Patrik Johannesen smekkar bóltin í málið.
59) 1-2
Nú er tað sum at spæla grís, sum tað plagdi at verða tikið til. Alt gongur fyri seg í og kring NSÍ brotsteigin.
58) 1-2
Nú er trýstið øgiliga stórt á NSÍ málið. Benjamin Heinesen smekkar til úr góðari støðu í høgru, men NSÍ verjan ofrar seg totalt og bjargar til horna, sum einki spyrst burturúr.
55) 1-2
B36 tiltuskar sær aftur horna. Tað eru bara tíggju gulir á vøllinum, tí Petur Knudsen hevur trupulleikar við øðrum skógvinum. Einki spyrst burturúr horna hjá B36 úr vinstru.
52) 1-2
B36 leggur trýst á, og tað eydnast at vinna fríspark á mótstøðuhálvuni og síðani horna í vinstru, men tað er ikki vandamikið frammanfyri Símun Rógva Hansen í NSÍ málinum.
48) 1-2
Tað er turt, og nú er lotið millum lítið og einki. B36 leypur á frammarlaga á vøllinum, og NSÍ bíðar til rætta løtan er at gera skjótt av.
46) 1-2
Teir somu eru á vøllinum, sum vóru har undan steðginum.
45+2) 1-2
HÁLVLEIKUR
NSÍ er frammanfyri, nú Eiler Rasmussen hevur bríkslað fyri síðstu ferð í fyrra hálvleiki. B36 lagið er tó munandi betri nú, enn tað var fyri lítlari løtu síðani, tí tað í evstu løtu undan steðginum at minka um munin, eftir at NSÍ eftir lítlari løtu legði seg framum 2-0.
45+1) 1-2
1-2: Róaldur Jakobsen brotsspark
B36 miðvallarin er púra tryggur, tá ið hann smekkar bóltin til vinstru fyri seg sjálvan og í málið.
45) 0-2
Odmar Færø fer um koll í NSÍ brotsteiginum eftir langt B36 innkast úr vinstru frá Benjamin Heinesen, og Eiler Rasmussen peikar á ellivu metra blettin.
45) 0-2
Tveir minuttir lagdir aftrat.
44) 0-2
Eftir horna og út frá smekkar Benjamin Heinesen til, men bólturin fer væl omanfyri.
43) 0-2
Mál broyta fótbóltsdystir. Nú gongur alt fyri seg eftir treytunum hjá NSÍ. B36 hevur bóltin meiri og roynir at leypa á, men tað spyrst einki burturúr. Tá ið NSÍ fær fatur á bóltinum er tað hugflog, ferð og broddur í.
36) 0-2
Hetta er heilt undarligt. Eftir at B36 fyri tað mesta var omaná fyrsta hálva tíman, so hevur NSÍ nú svarað aftur og eftir lítlari løtu skorað tvey mál. Nú er heilt friðarligt í B36 skýlinum, og tað sigur, at tey í B36 - bæði á og kring vøllin - eru illa skelkað.
35) 0-2
0-2: Klæmint A. Olsen br
NSÍ liðformaðurin leggur bóltin dygst inn við stólparótini til vinstru fyri seg sjálvan.
34) 0-1
NSÍ fær brotsspark, tí Gestur B. Dam togar Jan Ó. Ellingsgaard um koll eftir horna.
31) 0-1
0-1: Petur Knudsen
Eftir besa NSÍ álopið í dag er tað Tobias V. Olesen, sum leggur innfyri úr høgru, og av brotssparksblettinum er tað NSÍ, sum leggur seg flatan og heilfluktar eitt sindur ullint, men bólturin siglir í handara síðunetið.
27) 0-0
NSÍ hevur sera vakið eyga við Róaldi Jakobsen á B36 miðvøllinum.
25) 0-0
Nú var fagnaður í B36 skýlinum, tí áskoðararnir hildu, at teirra lið hevði skorað. Philip Lund royndi seg úr vinstru, og bólturin brast í girðingina aftanfyri málið og so í netið - frá aftanfyri málið!
23) 0-0
Tað er ikki friður yvir spælinum enn, og nú sæst, at tað verður hugsað meiri um at binda fyri enn at spenna álopsbogan.
20) 0-0
Tað hevur verið friðarligt hesa síðstu løtuna.
15) 0-0
Heimaliðið hevur verið meiri á bóltinum, men tað er framvegis málleyst.
12) 0-0
Einar Tróndargjógv fer skaddur av vøllinum. Í hansara stað verður Jan Ó. Ellingsgaard settur á vinstra vongverja hjá NSÍ.
11) 0-0
So var tætt við, at B36 legði seg framum. Jens Joensen drálaði ov nógv, Philip Lund fekk fatur á og smekkaði til, Rói Mørk Hentze hálvbjargaði, og so ruddaði verjan burtur.
09) 0-0
Nú var stórur spenningur frammanfyri NSÍ málið. Eftir B36 horna argaði vindurin nógv, bólturin kendist hanga stillur í luftini, áðrenn hann datt niður. Eiler Rasmussen bríkslaði fyri NSÍ frísparkið, tá Einar Tróndargjógv fór um koll. Hann tykist hava nógva pínu.
08) 0-0
Tað er eitt fitt lot, sum liggur inn í B36 skýlið.
07) 0-0
Báðir partar tykjast hava hug at leypa á.
05) 0-0
Eftir innlegg er Klæmint A. Olsen hjá NSÍ í fínari støðu - í tveimum umførum - men tað eydnast ikki NSÍ liðformanninum at skora.
00) 0-0
Hjá NSÍ er Bárður J. Hansen settur úr á beinkin í dag.
00) 0-0
Fyrr í dag varð staðfest, at lyklaspælarin framum allar hinar á B36 miðvøllinum. Lukasz Cieslewicz, verður ikki førur fyri at spæla, tá ið B36 klokkan 17 fær vitjan av NSÍ. Lukasz varð skaddur undir venjing fyrr í vikuni. Skaðin vísir seg at vera so mikið álvarsamur, at tað verður roknað við, at framrættaði miðvallarin ikki verður førur fyri at spæla aftur fyrrenn um nakrar vikur.
Nú seinnapartin er staðfest, at B36 málverjin, Tórður Thomsen, ikki verður tøkur ímóti NSÍ. Tórður hevur í vikuni verið plágaður av influensu. Hann royndi at venja í gjárkvøldið, men tað varð skjótt, at tað varð staðfest, at hann er ikki komin fyri seg eftir at hava ligið sjúkur.
Í B36 málinum í dag verður 17 ára gamli Rói Mørk Hentze. Tá ið B36 sunnudagin 19. Mars í øðrum umfari í landskappingini hevði vitjan av KÍ, noyddist Tórður Thomsen longu í fjúrtanda minutti at fara av vøllinum. Tá varð Rói Mørk Hentze fyri fyrstu ferð settur at verja B36 málið, og aftur í dag verður unglingaspælarin millum stólparnar.
00) 0-0
Fyrr í dag varð staðfest, at lyklaspælarin framum allar hinar á B36 miðvøllinum. Lukasz Cieslewicz, verður ikki førur fyri at spæla, tá ið B36 klokkan 17 fær vitjan av NSÍ. Lukasz varð skaddur undir venjing fyrr í vikuni. Skaðin vísir seg at vera so mikið álvarsamur, at tað verður roknað við, at framrættaði miðvallarin ikki verður førur fyri at spæla aftur fyrrenn um nakrar vikur.
Nú seinnapartin er staðfest, at B36 málverjin, Tórður Thomsen, ikki verður tøkur ímóti NSÍ. Tórður hevur í vikuni verið plágaður av influensu. Hann royndi at venja í gjárkvøldið, men tað varð skjótt, at tað varð staðfest, at hann er ikki komin fyri seg eftir at hava ligið sjúkur.
Í B36 málinum í dag verður 17 ára gamli Rói Mørk Hentze. Tá ið B36 sunnudagin 19. Mars í øðrum umfari í landskappingini hevði vitjan av KÍ, noyddist Tórður Thomsen longu í fjúrtanda minutti at fara av vøllinum. Tá varð Rói Mørk Hentze fyri fyrstu ferð settur at verja B36 málið, og aftur í dag verður unglingaspælarin millum stólparnar.
B36-NSÍ kl. 17.00
Dómari: Eiler Rasmussen
B36: Rói Mørk Hentze – Høgni Eysturoy, Odmar Færø, Andrias Eriksen, Gestur Dam Bogason – Róaldur Jakobsen, Eli Falkvard Nielsen – Christian R. Mouritsen, Philip Lund, Benjamin Heinesen – Patrik Johannesen
NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Tobias V. Olesen, Per Langgaard, Jens Joensen, Einar Tróndargjógv – Jann Martin Mortensen, Karl Løkin - Árni Frederiksberg, Petur Knudsen, Pól Jóhannus Justinussen – Klæmint A. Olsen