- Vit fingu boðini umvegis arbeiðsgevara teirra, at teir ikki fóru at koma aftur til Volda, so vit hava ikki fingið boðini frá teimum báðum, men frá arbeiðsgevara teirra her í býnum, greiðir Thor Hallaråker, ítróttarstjóri í Volda, frá.
Thor Hallaråker sigur, at hann helt teir báðar Rubeksen-brøðurnar vera bæði fittar og fyrikomandi. Men hann vísir á, at hann ikki hevur upplivað slíkt áður og hevði roknað við, at Henrik og Thomas Hans settu seg í samband við felagið, um tað var eitt hvørt.
Sambært fólkunum í Volda hava teir tó ikki gjørt tað, og nú teir ikki koma aftur, er liðið viknað.
- Vit mettu Henrik og Thomas Hans at vera góðir leikarar, sum høvdu styrkt um hóp okkara. Men nú teir eru farnir, er liðið ikki eins sterkt, sigur Thor Hallaråker, ítróttarstjóri í Volda.