-Vóni eg klári meg betur enn seedingin

Hetta verður triðja Statoil kring Føroyar kappingin hjá bert 17-ára gamla havnarmanninum Eli Christiansen

Hetta verður triðju ferð, at 17-ára gamli Eli Christiansen luttekur í Statoil Kring Føroyar, og hann vónar at hann endar í ovara endanum av kappingini. Hóast sín unga aldur, so hevur Eli gjøgnumført bæðI tey undanfarnu árini, hann. Í 2000 endaðI hann aftast av teimum luttakarunum, Ið gjøgnumførdu, og í fjør endaðI Eli á 18 plássi.

Eli hevur góðar vónir í ár, - eg rokni við eini spennandi, og vóni eg kann fáa eina betri placering enn mín seeding, sum er nummar 14, sigur Eli við Sosialin. Serliga er Eli spentur um etapuna í Suðuroynni, tí hann í fjør kláraðI seg best í henni.

Spurdur um hvørjar súkklarar, hann serliga væntar at kappast við, sigur Eli, at tað allarhelst verður Jens Sigurð Simonsen, og tað fer at ganga væl, so møguliga eisini Sverra Mohr Edvinsson.