Vónin er størri í Vágum

At B68 meiri enn hálvkiksaði á Vágseiði ber við sær, at vánirnar eru betri fyri, at 07 Vestur skal sleppa undan niðurflyting

Í dag varð tað greitt, at AB eftir eitt ár í næstbestu deildini aftur næsta ár verður umboðað í fremstu røð.

Um AB verður einsamallur uppflytari, ella um B68 eisini fer at flyta upp, er framvegis ógreitt.

Treytin fyri at B68 skal flyta upp er, at liðið endar í hvussu so er á triðja plássi. Eftir 24. umfar er B68 nummar fýra, men tað er bara eitt stig fram til næstfremsta plássið.

 

Tað er ikki bara á Toftum og í Nes kommunu, at tað við spenningi verður fylgt við í, hvussu tað gongur hjá B68.

07 Vestur er næstniðast í bestu deildini. Um B68 endar aftanfyri nummar trý, so fer bara eitt lið at flyta niður úr bestu deildini. Tað er greitt, at ÍF flytur niður. 07 Vestur er næstaftast. Um endastøðan í næstbestu deildini verður tann sama, sum hon er undan trimum teimum síðstu umførunum, so sleppur 07 Vestur undan niðurflyting.

 

Í dag var B68 á útivølli ímóti Suðringum, sum eru hóttir av niðurflyting. Úrslitið var 3-3. Veteranurin Palli Augustinussen javnaði fyri heimaliðið til 3-3 í næstsíðsta minutti.

Suðringar vóru væl mannaðir ídag. Á liðnum vóru eitt nú Stefan Radosavlevic, David Müller og tvíburarnir Teitur K. Mortensen og Tóki K. Mortensen.

Heimaliðið var frammanfyri 2-0, tá ið tíggju minuttir vóru farnir. Teitur K. Mortensen og Poul Ingason skoraðu. Undan steðginum svaraði B68 aftur tvær ferðir, so tað var 2-2, tá ið teir fóru at hvíla seg. Oddur Højgaard og Óli H. Olsen skoraðu.

Eitt korter undan leikloki legði Oddur Højgaard B68 á sigurskós, men so var tað, at Suðringar svaraðu aftur, og tað endaði 3-3.

At heimaliðið javnaði, og B68 harvið noyddist norður aftur við einum stigi og ikki trimum, kann fara at vísa seg at hava avgerandi týdning fyri, um tað verður eitt ella tað verða tvey lið, sum fara at flyta upp, og harvið fyri møguleikan hjá 07 Vestur at sleppa undan niðurflyting.