Í Indonesia leita hermenn og bjargingarlið framvegis eftir fólki, sum hvurvu í tí ógvusliga jarðskjálvtanum í síðstu viku. Í gjár søgdu ST-talsmenn í økinum, at talið á deyðum var komið upp í umleið 1.100. Tað er kortini greitt, at skjálvtin hevur kravt munandi fleiri mannalív, og indonesiski heilsumálaráðharrin segði í gjár, at stjórnin roknar við, at talið á deyðum kemur upp í umleið 3.000.
Tey seinastu almennu tølini siga, at 1.247 eru funnin deyð, og at 960 eru ikki komin afturíaftur og eru helst deyð.
Bjargingarfólk úr fleiri londum eru komin til Indonesia at leita í húsaleivdunum. Fleiri teirra hava servandar hundar við sær, skrivar NTB.