Nú er vónin við at fjara burtur um at finna semju ímillum fýra av teimum stóru fakfeløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið hinumegin.
Tað skrivar Sosialurin, sum er í sølubúðunum nú seinnapartin.
Semingamenninir báðir, Petur Zachariasen og Petur Joensen hava sitið saman við pørtunum síðani leygarmorgunin, heilt til klokkan nærkaðist trý í nátt, við einum steðgi ímillum, men onki avgerandi frambrot hendi.
- Partarnir standa enn so langt frá hvørjum øðrum, at enn vita vit ikki um tað yvirhøvur ber til at leggja nakað semingsuppskot fyri teir, sigur annar semingsmaðurin, Petur Zachariasen.
Tí bóðu semingsmenninir í nátt um ein steðg í samráðingunum og teir hava so boðsent pørtunum aftur til samráðingar seinnapartin í dag.
Petur Zachariasen metir støðuna soleiðis, at hetta verður seinasta skotið, teir hava í byrsuni.
Hann væntar tó, at royndin í kvøld fer at vara í nakrar tímar.
- Men føla vit framvegis, at hetta ber ikki nakran veg, kann henda, at vit koma við eini fráboðan seint í kvøld ella í nátt um, at vit meta ikki, at nakað endamál er at halda fram við semingsroyndunum
Avleiðingin av tí verður, at fleiri túsund almenn starvsfólk, lærarar, pedagogar, skrivstovufólk, fulltrúar og onnur í almennum starvi, umframt arbeiðsfólk í almennum starvi, ikki fara til arbeiðis.
Myndin er av semingsmonnunum báðum, Petur Zachariasen, vinstrumegin, og Petur Joensen.