Vónin við í stórari verkætlan í Kanada

Saman við Marine Institute í Nýfundlandi skal trolvirkið Vónin arbeiða við einari sera umfatandi verkætlan, sum skal minka um ávirkanina, sum botntrol hava á botnin. Samlaði kostnaðurin á verkætlanini er mettur at verða 22 milliónir krónur.

Hendan verkætlanin hevur vakt stóran ans í Kanada, og hevur Atlantic Innovation Fund (AIF), sum er ein grunnur hjá tí kanadiska statinum, valt at stuðlað hesari verkætlan við nærum 10 milliónum krónum. Stuðulin frá AIF var almannakunngjørdur av kanadiska verjumálráðharranum, Peter Mackay, á einum tíðindafundi á Marine Institute 31. januar. Umboð fyri Vónina vóru eisini til staðar á tíðindafundinum.

Málið við verkætlanini er at menna botntrol, sum skulu hava minni ávirkan á botnin, men framvegis fiska væl. Úrsltið verður nýggj útgerð, sum verður meira umhvørvisvinarlig.

Tey komandi árini verður tað væntandi eitt krav frá nógvum av heimsins londum at umhvørvisvinarlig botntrol verða nýtt. Við at vera við í hesari verkætlan væntar Vónin at kunna menna botntrol, sum koma at liva upp til hesi krøv.

- Í staðin fyri bara at standa á síðulinjuni og bíða til hesi krøv koma yvir okkum, so hava vit valt at tikið av møguleikanum at vera við í hesari stóru verkætlan, tí vit hava ábyrgd sum trolvirki at finna nýggjar og betri loysnir, sigur Hjalmar Petersen stjóri á Vónini.

Bólkurin, sum kemur at taka sær av verkætlanini, er settur saman av verkfrøðingum, havfrøðingum, fiskiskiparum og umboðum frá Vónini, sum koma við sínari vitan um trolreiðskap.

Ætlanin er at verkætlanin fer í gongd í apríl 2010, og at hon skal verða liðug í mars í 2015. Tá verkætlanin er liðug, hevur Vónin einarætt at brúka úrslitini vinnuliga.

Vónin er saman við norska RFG partur av VON samtakinum, og saman hava feløgini 17 deildir í Føroyum, Grønlandi, Kanada og Norra. Tað starvast dagliga umleið 200 fólk hjá VON samtakinum.