Vónirnar eru frægast ímóti Montenegro

Føroyska U21-landsliðið er komið í ein sterkan EM-undankappingarbólk við Ìrlandi, Týsklandi, Rumenia og Montenegro.

 

Tað ásannar annar av U21-landliðsvenjarunum, Bill McLeod Jacobsen. Bill staðfestir eisini, at talan er um nógvar nýggjar spælarar á U21 landsliðnum, sum skulu spælast saman til tær stóru uppgávurnar sum eru fyri framman ímóti Rumenia á heimavølli á Svangaskarði 7. juni, og ímóti Montenegro á útivølli 11. juni. Bill hevur frægast vónir um eitt gott úrslit ímóti Montenegro, sum er eitt av teimum nýggjaru UEFA-limalondunum.

 

Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge hevði við Bill McLeod Jacobsen, aftaná tíðindafundin í FSF-húsinum fyrr í kvøld.

 

U21 landsliðshópurin, sum skal møta Rumenia og Montenegro sær soleiðis út :

 

Málverjar :

 

Kristian Joensen, NSÍ

(Hin málverjin er ikki tikin út enn)

 

Verja :

 

Beinir Ellefsen, AB

Rógvi Nielsen, EB/Streymur

Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland

Oddmar Marsten, KÍ

Hørður Askham, B36

Gunnar Christiansen, KÍ

Bárður Hansen, Víkingur

 

Miðvøllur :

 

Eli Falkvard Nielsen, 07 Vestur

Bogi R. Petersen, ÌF

Heðin Hansen, Víkingur

Rene Joensen, Brøndby

Rógvi Joensen, TB

Ivan Joensen, KÍ

 

Álop :

 

Ari Ellingsgaard, ÍF

Poul Ingason, TB

Gunnar Zachariassen, EB/Streymur

Gilli Sørensen, B36

Árni Frederiksberg, NSÍ