Atlantic Navigator
Skiparar umborð á størsta fiskifarinum í føroyska fiskiskipaflotanum, Atlantic Navigator, verða Brandur Nólsoy og Lion Petersen, annar úr Havn og hin úr Klaksvík.
Brandur hevur siglt við Nærabergi í skjótt fimm ár; tey fyrstu árini var hann stýrimaður, og síðan á sumri í 2003 hevur hann verið fastur skipari.
Áðrenn hann kom umborð á Næraberg, sigldi Brandur við norskum trolarum, og í 1999 var hann eitt skifti skipari umborð á Pelagos.
Hann hevur eisini verið við øðrum skipum undir Føroyum. Brandur hevur drúgvar royndir á troldekki og á trolarabrúgv.
Hin skiparin umborð á Nærabergi er klaksvíkingurin, Lion Petersen, sum eisini hevur drúgvar royndir á sjónum.
Áðrenn Lion kom umborð sum skipari, skiftust Brandur og Mannbjørn í Grund at føra Næraberg.
Nú skulu so Brandur og Lion skiftast um at føra hetta risa fiskifar.
Atlantic Navigator loysti í Ánunum seinnapartin mánadagin. Hendan fyrsta túrin, har tey fara at royna útgerðina, eru báðir skipararnir umborð, men síðan fer Lion í land, og Brandur fer avstað aftur.
Hesin túrurin verður undir øllum umstøðum stuttur, tí fólk eru umborð, sum skulu í land aftur fyri jól.
Vitjan
Sosialurin var umborð á Atlantic Navigator á vitjan fyrrapartin mánadagin.
Hóast almenna móttøkan fyri skipinum var sunnudagin, vóru vit vælkomnir umborð at síggja skipið og práta við fólk.
Kranin hivaði ymiska útgerð umborð, tá ið vit komu oman á bryggjuna, og fólk stákaðust umborð og uppi á bryggjuni við at rigga skipið til.
Nógv ting eru, sum skulu fáast upp á pláss, tá ið eitt so stórt skip við so stórari manning fer fyrsta túrin.
Á brúnni hittu vit skiparan, Brand Nólsoy, sum er sonur kendu andlitini í Havnini, Napoleon og Gnippu Nólsoy.
Meðan vit práta, kemur hin skiparin, Lion Petersen, eisini upp á brúnna.
Báðir eru teir fryntligir og geva sær stundir at práta.
Lion kom umborð á Næraberg sum skipari í 2003, og tað var eisini hann, sum stóð á brúnni á Nærabergi, nú teir vóru seinasta túrin í heyst.
Næraberg fór yvir til Noregs, tá ið Atlantic Navigator varð riggaður til at loysa hann av, og ein partur av útbúnaðinum á nýggja skipinum er komin av Nærabergi.
Umframt skerimaskinurnar, er eisini onkur útbúnaður, sum Næraberg hevði á brúnni, settur umborð á Atlantic Navigator.
7 tjóðir
Brandur sigur, at stórur áhugi hevur verið at sleppa umborð á nýggja trolaran, og nú teir loystu, vóru tilsamans 100 fólk umborð, harav einar 20 kvinnur.
Men tað eru ikki bara føroyingar, sum eru við Atlantic Navigator.
- Vit eru sjey tjóðir umborð, og umframt føroyingar, eru fólk úr Noregi, Danmark, Póllandi, Ruslandi, Japan og Ameriku eisini við.
Brandur sigur, at manningin at kalla er hin sama sum var við Nærabergi og áður hevur verið við hesum skipi.
- Eg vænti, at tað eru eini tíggju fólk umborð á nýggja skipinum, sum ikki hava verið við okkum áður, leggur hann aftrat.
Eingin kvinna er yvirmaður, men ein av teimum, sum starvast á labratoriunum og kannar framleiðsluna, er kvinna.
Umborð á Atlantic Navigator hendan mánamorgunin var eisini umboð fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, og hon læt okkum vita, at stovnurin hevur góðkent skipið sum matvøruframleiðara.
Flestu yvirmenn umborð á skipinum eru føroyingar, og tað er heldur ikki so undarligt, tá ið skipið nú er heimahoyrandi í Klaksvík!
Føroyingarnir, sum hava siglt við Nærabergi, lata væl at útlendsku arbeiðsmegini, sum bæði er fryntlig og arbeiðssom.
Surimi
Sum kunnugt, er høvuðsframleiðslan umborð á Atlantic Navigator eins hon var umborð á Nærabergi surimi úr svartkjafti. Hjáframleiðslan er mjøl, men tað er ein nógv minni partur. Tað einasta, sum fer í havið aftur av fiskinum, er fiskaskræðan, men arbeitt verður við at fáa ein avtakara til skræðuna.
Umborð á Næraberg hava teir eisini gjørt onkrar royndir við at selja ein minni part av framleiðsluni sum flak, men hetta hevur higartil bert verið í smáum nøgdum.
Brandur væntaði, at Atantic Navigator hendan fyrsta royndartúrin fer eystur ímóti norska markinum at royna teir fyrstu dagarnar. Har hava føroysku skipini, sum eru á leiðini, fingið nakað av svartkjafti.
Nýggja skipið er tveir metrar longri og fimm metrar breiðari enn hitt gamla.
- Ein høvuðsmunur er, at meðan Næraberg bert hevði eitt framleiðsludekk, hevur hetta skipið eitt framleiðsludekk aftrat. Nú hava vit 16 VMK-skerimaskinur ímóti 12 umborð á Nærabergi. Haraftrat er surimiverksmiðjan nógv størri.
Á ovara dekkinum verður fiskurin skorin og virkaður til surimi, og á niðara dekkinum verður hann pakkaður og frystur.
Umborð á Nærabergi fóru blokkarnir leysir niður í lastina. Hetta hevði við sær nógva handfaring. Nú fara blokkarnir niður á platti í elevatori, og niðri í lastini tekur truckur ímóti teimum og setir plattarnar upp á pláss.
- Ein fyrimunur við hesum er eisini, at nú kanst tú finna plattarnar aftur, um okkurt er at seta fingurin á í framleiðsluni, sigur Brandur og vísir á, at henda skipan eisini ger tað nógv skjótari at tøma lastina, tá ið veiðan verður løgd upp.
Fløskuhálsar
Umborð á Nærabergi vóru fløskuhálsar, sum ikki eru umborð á Atlantic Navigator.
Skiparin sigur, at tá ið slagið var gott, kundu teir ikki koyra við øllum maskinunum umborð á gamla skipinum, tí ógjørligt var at arbeiða fiskin undan.
- Vit høvdu 7 frystarar, og nú hava vit 14.
Hann vísir á, at nógv vatn verður brúkt í framleiðsluni, men vatngerarin umborð á Nærabergi kundi bert framleiða 450 tons av feskvatni um døgnið. Nú kunnu vit framleiða 1000 tons av feskvatni um døgnið.
- Við teimum 12 skerimaskinunum kundu vit framleiða eini 82 tons av surimi um døgnið, men tá ið vit høvdu framleitt í eini tvey samdøgur, høvdu vit einki vatn eftir. Nú hava vit nóg mikið av vatni og kunnu við teimum 16 maskinunum virka eini 120 tons av surimi um døgnið.
Mjølverksmiðan umborð á Atlantic Navigator er eisini nógv størri enn umborð á gamla skipinum.
- Áður kundu vit framleiða eini 20 tons av mjøli um samdøgnið; nú kunnu vit framleiða 60 tons, sigur Brandur.
Betri rakstur
Brandur og Lion hava báðir góðar vónir um, at raksturin hjá Atlantic Navigator verður betur, enn hann var við gamla skipinum.
- Næraberg hevur fiskað fyri góðar 100 miljónir krónur í góðar níggju mánaðir í ár, og prísurin var vánaligur.
Brandur vísir á, at prísurin á surimi hevur ikki verið góður, men hann hevur verið støðugur og spakuliga uppeftir gangandi, sum hann tekur til.
- Vit hava fingið einar 10-11 krónur fyri kilo, men var prísurin kanska 14-15 krónur fyri kilo, hevði úrslitið verið eitt heilt annað.
Bæði Brandur og Lion eru rættiliga spentir, nú lagt verður út á hav aftur við hesum stóra og stásiliga skipi.
- Vit ganga ímóti bestu svartkjaftavertíð, og tí vóna vit, at alt fer at rigga væl, tá ið vit koma út í byrjanina av komandi ári. Tað er týdningarmikið, at vit fáa eina góða byrjan við hesum skipi, siga teir.Atlantic Navigator lastar 1650 tons av surimi, meðan Næraberg bert lastaði 800 tons. Nýggja skipið lastar eisini 600 tons av mjøli ímóti 318 tons, sum hin lastaði.
- Nú kunnu vit fáa meira burtur úr upp á lutfalsliga stutta tíð, tá ið góður fiskiskapur er, og fiskurin er góður. Hetta gevur skipinum betri møguleikar, siga teir báðir.
Nýggja skipið hevur eisini munandi størri tóvmegi, enn gamla skipið hevði.
Sum nýggjur
Atlantic Navigator hevur sína søgu, sum vit ikki fara at endurtaka her.
- Skipið er lutfalsliga nýtt og hevur verið lítið í vinnu. Tað er væl hildið og er í góðum standi.
Brandur Nólsoy heldur, at hevur skipið verið í vinnu í eini 2-3 ár tilsamans, er tað alt.
Atlantic Navigator er 96,2 metrar langur og 18,50 metrar breiður. Næraberg var 94 metrar langur og 13,40 metrar breiður.