Danska superligafelagið Randers FC skal í UEFA Cup kappingini spæla ímóti turkiska stórfelagnum Fenerbahce, sum B36 eisini hevur roynt seg ímóti í ár. Fenerbahce hevur viðhaldsfólk allastaðni eisini í Danmark og Týsklandi og roknað verður við, at eini 10.000 turkar koma til dystin. Tí hevur Randers flutt dystin frá sínum leikvølli og til Århus, har umstøðurnar at hýsa slíkum dysti eru nógv betur. Eini 20.000 fólk sleppa inn á leikvøllin í Århus, og gongur tað sum roknað verður við, verður helvtin av áskoðarunum viðhaldsfólk hjá Fenerbahce.