Vænta bara tvey partrolarapør

Bæði partrolarar og djúpvatnstrolarar, sum fiska upsa, hava smáligan fiskiskap.

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey ikki so nógvan upsa í næstu viku.

 

- Væntandi koma bara tvey partrolarapør inn at landa. Hini pørini eru antin nýliga byrjaði túr - ella tey gera klárt til nýggjan túr. Upsafiskiskapurin er smáligur.

 

Roknað verður við, at tveir djúpvatnstrolarar koma inn at landa í næstu viku. Teir fiska upsa og fáa eisini nakað av toski og longu. Eisini djúpvatnstrolararnir hava smáligan fiskiskap.

 

- Í dag liggja allir teir smáu trolbátarnir við bryggju, men teir fara út aftur, tá veðrið verður betri.

 

Lagt verður aftrat, at trý garnaskip fiska svartkalva, men fiskiskapurin hjá skipunum er smáligur. Væntandi landa øll trý garnaskipini síðst í næstu viku.