Japanskir vísindamenn ávara nú um, at tað er rættiliga sannlíkt, at ein harður jarðskjálvti verður í høvuðsstaðnum Tokyo innan fýra ár. Vísindamenninir siga, at skjálvtin verður umleið 7,0 á Richterstiganum, og hetta byggja teir á útrokningar, sum teir hava gjørt síðani skjálvtan tann 11. mars í fjør.
Japanski jarðfrøðistovnurin sigur, at síðani í mars í fjør hava millum ein og tveir jarðskjálvtar verið í ella nærhendis Tokyo um dagin, og at allir hava verið millum 3,0 og 6,0 á Richterstiganum. Tað merkir, at talið á skjálvtum er fimmfaldað teir seinastu 10 mánaðirnar samanborið við tíðina undan jarðskjálvtanum 11. mars í fjør.
Tann seinasti harði jarðslkjálvtin í Tokyo var í 1923. Hann var 7,9 stig og kravdi meiri enn 100.000 mannalív. Býurin stendur á einum staði, har tríggjar plátur í jarðarskorpuni møtast.