Vænta nógv fólk til Nólsoyar

Tað verður landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Henrik Old, sum fer at seta ovastevnu í dag klokkan 14.

Hóast dreymurin um svimjihyl í Nólsoy meira ella minni er sleptur, vilja nólsoyingar framhaldandi heiðra Ova Joensen, sum í 1986 framdi bragdið einsamallur í lítla báti sínum at rógva úr Nólsoy til Keypmannahavnar.

 

- Tað styrkir eisini um samanhaldið í bygdini at skipa fyri einum so stórum tiltaki. Vit eru stívliga 200 fastbúgvandi fólk í Nólsoy og mest sum øll - ung sum gomul - taka á ein ella annan hátt eina hond í við fyrireikingunum til ovastevnu, sigur Ann-Mari av Skarði, formaður í stevnunevndini.

 

Dagarnir fyri og eftir ólavsøku hevur nógv rokan verið um alla bygdina í Nólsoy, og øll hava gjørt sítt til, at bygdin tekur seg út á bestan hátt, nú stevnan verður sett í dag.

 

Vegna stevnunevndina sigur Ann-Mari av Skarði seg vóna, at nógv fólk fara at koma ein túr út til Nólsoyar, sum dagurin í dag gongur, og stevnunevndin hevur lagt seg eftir at seta eina skrá saman, sum hevur okkurt til øll.

 

Tað verður Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum fer at seta ovastevnu undir Mikkjalsveggi í Nólsoy í dag klokkan 14, og tað verður Havnar Hornorkestur, sum fer at seta sín dám á løtuna við tónleiki.