- Vit eru innkallað til ein fund mánadagin við samgonguna, og eg haldi tað bara gongur heilt væl at finna eina semju.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, ið hevur verið annað umboðið hjá Sambandsflokkinum í politiska fylgibólkinum, ið skal gera eitt uppskot til nýggja pensjónsskipan.
Kaj Leo Holm Johannesen upplýsir, at samráðingarnar higartil millum Sambandsflokkin og samgonguna benda á, at partarnir kunnu finna eina semju um nýskipanina.
- Vit hava boðað samgonguni frá hvat vit ynskja í eini nýggjari skipan, og hava annars víst ein góðan vilja í samráðingunum. Báðir partar hava givið seg eitt sindur, og er tað eitt gott tekin. So vónandi eydnast tað at gera eitt uppskot áðrenn ólavsøku, sigur tingmaðurin.
Tingmaðurin er tó varin við at siga hvussu breið hann metir, at semjan verður.
- Seinastu mánaðirnar hava andstøðuflokkarnir samráðst hvør sær við samgonguna, so eg veit ikki hvussu breið semjan verður, men eg vænti, at vit koma á mál við hesum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.