Víðopin bronsudystur

Høvdu tey í HB-leguni nakra vón um gullið, so brast hendan, tá Sorin Anghel stútaði einsamalla málið í Gundadali sunnudagin. Ístaðin er nú lagt upp til knallharðan tvídyst um bronsuna

Fótbóltur

 

Spælararnir hava alla tíðina sagt, teir vilja ikki hoyra nakað sum helst tos um nakran FM-møguleika. Men við seks sigrum á rað var ikki sørt, at HB hevði givið viðhaldsfólkunum eina vón um, at gylti endaspurturin frá í fjør kundi endurtakast.

Skuldi nøkur vón haldast um hetta, so var kravið treytaleyst ein sigur sunnudagin, men tað eydnaðist so ikki.

 

Lítið flótandi

Bæði liðini á vøllinum hava til tíðir hetta árið sýnt føroyska fótbólt frá síni allar bestu síðu, men hetta sást tó lítið til hesaferð. Partvíst mundi vindurin eiga sína ábyrgd av hesum, men eins nógv mundi tað eisini vera spæliætlanin, sum liðini høvdu lagt.

Gestirnir sóu tað ikki sum sína ábyrgd at koma í Gundadal at skapa nakran dyst. Við at halda eina kompakta skipan á liðnum royndu teir at halda HB frá málmøguleikum, fyri síðani at dúva upp á kontra.

Hinvegin hevði HB ongan hug at geva vandamiklu kontramaskinuni hjá EB/Streymi nakað serligt rásarúm, og tí varð ferðin sjáldan skrúvað heilt í topp. Og tá heldur einki mál kom fyrstu longu løtuna, broyttist útgangsstøðið ikki pettið hjá nøkrum parti.

Einstakar ferðir var tó smávegis vandi á ferð, men heilt opnar møguleikar gjørdist talan ikki um fyri steðgin.

Í so máta gjørdist nakað betri seinna umfarið. Fyrsta veruliga bjargingin kom, tá Tróndur Vatnhamar við eini fantastiskari refleks-bjarging forðaði einum stútara hjá Sorin Anghel at finna meskarnar. Eins og flestu møguleikarnir hjá EB/Streymi, so kom hesin eftir deyðbóltsstøðu, har HB-verjan ikki var nóg vaks, tá bóltar skuldu ruddast burtur.

Og júst sama fyribrigdið kostaði eisini málið. Hesa ferð var tað eitt av fleiri longum innkøstum frá John Hera Dam, sum fann vegin inn í málteigin, og har kundi Anghel við skallanum leingja bóltin yvir í handara síðunet.

 

Arnbjørn bjargaði degnum

Og so fekk HB av álvara skund. Teir løgdu alt størri trýst á, samstundis sum EB/Streymur royndi at kontra. Men tað var fyrst og fremst HB, sum átti møguleikarnar. Tann størsta mundi Vagnur Mohr Mortensen hava, tá hann stóð blankur eftir at René Tórgarð og Egil á Bø misskiltu hvønnannan. Men fyri mest sum opnum máli varð bólturin sendur langt omanfyri.

Og tá Rasmus Nolsøe móti dystarenda sendi eina fríparksperlu avstað, vissaði Arnbjørn Hansen sær heitið sum dagsins EB/Streymari, tá hann megnaði at flyta seg til handaru stong og stúta bóltin burtur av vandaleið. Ein bjarging, ið mest sum undirstrikaði, at hetta ikki skuldi verða dagurin hjá HB, sum altso heldur ikki fekk hevnd fyri taptu steypafinaluna móti EB/Streymi.

 

Víðopið bronsustríð

Eftir stendur, at við fýra dystum eftir at spæla, eru HB og EB/Streymur nú aftur púrasta jøvn í stríðnum um bronsukrónurnar. Á pappírinum hevur HB kanska truplaru skránna, men samstundis hava teir í verandi løtu betri málmun, so tað er mest sum vónleyst at peika á nakran favoritt í hesum stríðnum.

 

 

Bronsudysturin

 

Dystarskráin seinastu umførini

 

30. september

KÍ-EB/S

NSÍ-HB

 

7. oktober

EB/S-VB/S

AB-HB

 

21. oktober

HB-KÍ

EB/S-B36

 

27. oktober

B36-HB

B71-EB/S