Vápnaðir menn hava dripið 137 fólk í Niger

Skipað álop í gjár í bygdum í Niger hava kostað 137 fólkum lívið, upplýsir stjórnin í landinum.

 

137 fólk doyðu í gjár, tá vápnaðir illgerðarmenn framdu fleiri samskipað álop í vesturafrikanska landinum Niger.

Tað sigur landsins stjórn í dag sambært tíðindastovunum AFP og Reuters.

Myndugleikar á staðnum høvdu fyrr í dag uppgjørt deyðstalið til 60.

Illgerðarmenninir lupu sambært Reuters á tríggjar ymsar bygdir í Tahoua-landspartinum, sum hevur mark ímóti Mali.

Mánadagin í síðstu viku drupu ókendir álopsmenn 58 fólk í grannabygdini Tillabery.

/ritzau/