Várdagar og bátafestivalur

Tíðin stendur ikki í stað. Um fáar dagar skriva vit apríl, og tá er bara ein mánaði eftir, til ársins fyrsta bátastevna verður hildin.

Tíðin stendur ikki í stað. Um fáar dagar skriva vit apríl, og tá er bara ein mánaði eftir, til ársins fyrsta bátastevna - Bátafestivalurin á Toftum - verður hildin.

 

Aftur í ár fer Nes kommuna at skipa fyri Várdøgum. Hetta verður fimmta árið á rað, at skipað verður fyri hesum trivnaðar-og mentanartiltaki í kommununi.

 

Várdagarnir verða hildnir í vikuni undan Bátafestivalinum á Toftum, sum altíð er fyrsta vikuskiftið í mai.

 

- Várdagar 2018 verða í døgunum frá leygardegnum 28. apríl til og við fríggjadagin 4. mai, og Bátafestivalurin 2018 verður leygardagin 5. mai.

 

Í Nes kommunu siga tey, at skráin fyri Várdagar fer at hava ymisk trivnaðar- og mentanarlig tiltøk, og eftir páskir verður kunnað um skránna.

 

Til tiltakið - Várdagar í Nes kommunu - hevur kommunan útvegað sær búmerki, sum framyvir skal verða við til at eyðkenna og marknaðarføra Várdagar í kommununi.