Várharra setti ongan eftir - men tað ger landsstýrið

Summir føroyingar eru meiri javntsillaðir enn aðrir, men formaður í Útoyggjafelagnum heldur, at hetta er tað bera fjas

Ikki javntstillaðir
 
- Várharra setti ongan eftir. Men tað ger landsstýrið!
Speisku viðmerkingina eigur Bjørn Patursson, bóndi í Koltri.
Hann sipar til, at Landsstýrið nú hevur gjørt av tað skal verða ókeypis at sigla við skipunum hjá Strandferðsluni í eina heila viku.
Tað er ein avgerð, sum landsstýrið hevur tikið í kjalarvørrinum á, at leiðslan fyri undirsjóvartunlarnar hevur gjørt av, at tað skal verða ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar í eina viku fyri at hátíðarhalda Norðoyatunnilin.
Í tí sambandi halda flestu politikarar, at allir føroyingar skulu javntstillast og tí skal  tað eisini vera ókeypis at sigla við skipunum hjá Strandferðsluni í alla næstu viku.
Men tað er greitt, at tað eru summir føroyingar, sum eru meiri javntstillaðir enn aðrir.
Tað vóru nevniliga nøkur tandur, sum politikararnir als ikki tóku upp á tunguna. Og tað vóru tey, sum bara hava tyrluna á at líta.
Talan eru tey, sum búleikast í Koltri og tey, sum búleikast í Dìmun og teirra einasta samband við umheimin er tyrlan. 
Men tey eru als ikki nevnd í hesum sambandi.
Bjørn Patursson í Koltri ásannar, at hetta er eitt lítið mál og hann hevur onki ímóti at rinda sín ferðaseðil sjálvur og hann ætlar ikki at gera meiri við málið.
Men hann vísir á, at tað var ein ógvuliga prinsipiell avgerð, sum landsstýrið hevur tikið, og tað var at javntstilla allar føroyingar
- Nú landsstýrið endiliga tekur eina so prinsippiella støðu, haldi eg at tað er skeivt, at lata nøkur fá tandur sita eftir, sigur hann.
- Og eg haldi ikki, at tað er rætt at gloyma hesi fólkini í hesum gávupakkanum, leggur hann afturat
 
Bert fjas
Eisini Óla Jákup í Dímun, bóndi í Stóru Dìmun og formaður í Útoyggjafelagnum sigur, at eftirsum talan var um eina prinsippiella avgerð, átti øll at verðið tikin við, eisini tey, sum bara hava tyrluna.
Men hann fer ikki at gera meiri burturúr málinum, tí hann heldur, at tað er tað bera fjas, at Løgtingið skal brúka ein stóran part av einum seinnaparti at viðgerða eitt slíkt mál, sum at lata allar føroyingar sigla ókeypis við Strandferðsluni.
- Eg kann koma í tankar um 1000 ting, sum løgtingið heldur átti at brúkt tíðina og pengarnar til, heldur enn hetta, leggur hann afturat.
- Og  hóast tað verður ókeypis at sigla í eina viku, er tað ikki meiri ókeypis enn so, enn at tað skal betalast onkusvegna og so verður tað tikið av skattinum staðin fyri, so vanligi borgarin kemur at betala undir øllum umstøðum, antin so ella so.
Hann vísir eisini á, at tað er javnan ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunnilin, men at allri føroyingar sleppa ikki at ferðast ókeypis fyri tað.
Jacob Vestergaard ásannar, at alt møguligt kundi verðið tikið, men í hesum sambandi hevur landsstýrið hugsað um farleiðina um firðir og sund.
Tað merkir eisini, at tað verður heldur ikki ókeypis at brúka Bygdaleiðir.