Árliga várkonsertin hjá Nes Sóknar Musikkfelag verður í Løkshøll í Runavík sunnudagin 25. apríl kl.18.
Skráin er fjølbroytt, spælt verður m.a. The Road King, marsjur av J. A. Greenwodd, Post Horn Galop, av Koenig, solistur er Rúni Hentze, ið fer at spæla á posthorn, og Y.M.C.A, av J.Morali.
Hesi trý stykkini fer orkestrið eisini at framføra á musikkstevnuni, sum verður í Klaksvík 1. mai. Rúni Hentze, Laila Poulsen og Kenneth Jones fara at leika á trompet hvør sær, við klaverfylgispælið av Birgtte Schnakenburg. Í mai mánað fara Rúni og Laila til Keypmannahavnar at luttaka á »Berlingske Tidendes klassiske musikkonkurence«. Kenneth Jones stjórnar orkestrinum.