Várkonsert við Glymi

Tíðindaskriv:

9. og 10. mei fer kórið Glymur at halda várkonsert í Mentunnarhúsinum í Fuglafirði og í
Gl. Meiarínum í Havn.
Kórið hevur mong ár á baki, men tann kórleiðarin, sum fólk flest munnu seta í samband við Glym, man vera Jógvan Telling Joensen.
Til hesa konsertina fer kórið at syngja nakrar av songum Jógvans.
Glymur er eitt sokallað rútmiskt kór, og tað er skráin fyri konsertirnar eisini merkt av. Umframt Telling sangir, so er eisini slíkt sum The Beatles, SweDanes, Bobby McFerrin o.a á skránni.
Pauli Hansen stjórnar kórinum, eins og hann hevur gjørt seinastu tvey árini.
Við klaverið situr Stamen Stanchev.

Konsertin í Mentunnarhúsinum í Fuglafirði verður fríggjadagin, hin 9.mei, kl. 20.00
Konsertin í Meiarínum í Havn verður leygardagin, hin 10.mei, kl. 16.00
Kostn. 80 kr.