##med2##
Meðan annar av venjarunum hjá ÍF, Hans Jørgen Djurhuus væl kann liva við málleysa javnleikinum millum TB og ÍF við Stórá í Trongisvági, so er Poul Ingason hjá TB sera vónbrotin um úrslitið.
Poul Ingason heldur, at TB var greitt tað betra liðið í dag, og teir burdu og skuldu havt knógvað ÍF, og fingið fyrsta sigurin til høldar í hesum kappingarárinum.
Komandi mikukvøld spælir TB móti Skála á útivølli, og hjá Poul Ingason er eingin ivi, at nú má og skal tann fyrsti sigurin hjá TB koma í hús.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Poul Ingason.
HER ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við annan av venjarunum hjá ÍF, Hans Jørgen Djurhuus.