Vóru ikki bangnir

Spurdur, hvørt tað var ein stórur lætti, tá hann sendi bóltin í kassan til 2-1, helt Obi ikki, at hetta var so nógv øðrvísi enn onnur mál, sum hann hevur skotið.
-Sjálvandi var tað deiligt, og vit ætlaðu okkum at vinna, ella í minsta lagi at fáa javnleikin. Men fyrst og fremst ráddi um at koma víðari, og tað megnaðu vit tíbetur.
Kendu tit tykkum undir trýsti. ella vóru tit bangnir, tá teir fyrst javna, og tit síðani missa Mikkjal á miðvøllinum?
- Nei. Vit vistu alla tíðina, at vit komu víðari. Líkamikið, hvussu nógvar spælarar vit mugu vera fyriuttan, so standa vit altíð væl í verjupartinum, og tí var eg ongan tíð bangin, staðfesti nigerianski álopsspælarin hjá B36.
Og nú verður tað so Fenerbache, sum stendur fyri framman. Hvussu sært tú ta uppgávuna?
- Tað er sjálvandi ein stór uppgáva. Men hvat. Teir eru ellivu og vit eru ellivu, so vit mugu bara royna at gera okkara besta. So fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, helt Obi.