Verkfrøðislesandi á Slættanum (VÁS), er lestrarfelag fyri føroyingar, ið lesa verkfrøði ella taka eina tekniska útbúgving.
- VÁS er allar helst eitt tað elsta føroyska lestrarfelagið, men hevur verið óvirkið tey seinastu árðini, sigur Tummas Napoleon Arge, formaður í VÁS.
Á endurstovnandi aðalfundinum, sum var í gjár, bleiv VÁS endurstovnað og nevndin skipaði seg. Endamálið við felagnum er at samansjóða føroysk verkfrøðislesandi á Danmarks Tekniske Universitet (DTU) og øðrum tekniskum útbúgvingum í Keypmannahavn.
- Vit fara at skipa fyri sosialum og vísindaligum tiltøkum, ið kunna menna samanhaldið samstundis sum vitanina hjá limunum, sigur nevndin í VÁS. Vit vilja miða eftir at vera ein liður millum føroyskar fyritøkur, sum leita sær eftir føroyskum verkfrøðislesandi, at seta í starv ella starvsvenjing o.s.fr.
Nevndin í VÁS eru skipað soleiðis:
Tummas Napoleon Arge, formaður
Heðin Gunnarstein Poulsen, næstformaður
Bjarti Johannesen, skrivari/kassameistari
Nevndarlimir:
Jón Jacobsen
Gunn Mohr Hentze
John Jákup Christensen
Jóhan Bech Húsgarð
Birita Poulsen